Fleiri og fleiri lesandi gerast strongd

Fleiri og fleiri lesandi gerast strongd
Heili 56 prosent av teimum lesandi í Danmark eru merkt av strongd, meðan talið av sjúkrameldaðum er tvífaldað
31.08.2015 - 14:15

Útbúgving, arbeiði eftir skúlatíð, sjálvboðið arbeiði, venjing, familja og vinir. Ja, tey lesandi í dag hava nokk at síggja til, og sæst hetta aftur á úrslitinum av eini nýggjari kanning, sum danska felagið Djøf hevur gjørt.

 

Sambært kanningini eru heili 56 prosent av teimum lesandi í Danmark merkt av strongd. Umframt hetta er talið av lesandi, sum sjúkramelda seg frá arbeiðinum vegna strongd, tvífaldað seinasta árið.

 

- Í danska samfelagnum hava vit eina mentan, ið krevur at tú altíð skalt avrika okkurt. Vit hava eina tankagongd, sum sigur, at tú skalt koma ígjøgnum skúlaskipanina skjótast gjørligt. Tí trýsta vit okkum so mikið, at vit gerast strongd. Tað er ein persónligur ósigur at halda pausu, sigur ein lesandi í samrøðu við Metroxpress.

 

Framdráttarábótin setir ov strong krøv

True Anders Johanson, ið er formaður í Djøf Studerende, heldur, at ein orsøk til at lesandi eru so mikið merkt av strongd er tí, at samfelagið fær tey til seta ov høg krøv til sín sjálvs.

 

- Tað eru sera fá, ið taka í álvara teir trupulleikarnar, sum vit hava av strongd. Hetta sæst serliga millum politikararnar, sum halda fast við nýggja framdráttarábótina. Verður hendan ikki trekt aftur, so kann eg garantera, at enn fleiri lesandi fara at gerast strongd.

 

1. september byrjar nýggja framdráttarábótin, ið krevur, at lesandi skulu standa 30 ECTS-stig hvørt semestur. Dumpar tú okkurt fak, skalt tú taka tað aftrat teimum 30 ECTS stigunum, sum tú skalt taka næsta semestrið.

 

Hvat halda tit, eru føroysk lesandi eisini so mikið merkt av strongd?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.