Skalt tú út í heim at lesa?

Skalt tú út í heim at lesa?
Ó skipaði týsdagin fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa.” Nógv ung møttu upp til eitt væl skipað tiltak, og fóru tey óivað eisini klókari heimaftur
12.08.2016 - 20:45

Ein stór mannamúgva hevði leitað sær oman í høvuðssætið hjá Bank Nordik týskvøldið. Hvørt tað var djúsið og tvíflísirnar frá No 12 ella tiltakið, sum var so fjølbroytt, er ilt at vita.

 

Skemt til síðis – Tiltakið hevði nógv at bjóða ungum, sum í næstum skulu avstað í lestrarørindum.

 

Altíð vegleiðing fyri føroyingar í Danmark

Kvøldið byrjaði við, at Morið Jacobsen hevði framløgu vegna Ráðgevingina fyri Føroyingar í Danmark, sum m.a. fevndi um, hvussu ein fekk sær danskt CPR-nummar og Nem ID. Eisini varð greitt frá fyrimununum við at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, um Føroyafrádráttin o.a.

 

RFD heldur til á Vesterbrogade í Keypmannahavn.

- Vit eru tveir sosialráðgevar, sum starvast har. Vit veita ráðgeving innan lestrar-, sosial- og persónlig viðurskiftir.

http://radgevingin.dk/

 

 

Studni – Aðrar treytir uttan fyri kongaríkið

Næst hevði Studni framløgu. Tey komu inn á meira tekniskar smálutir viðvíkjandi Studna og SU.

 

Dentur var eisini lagdur á at kunna um treytirnar hjá næmingum, sum lósu uttan fyri Danmark. Hesir næmingar hava rætt til eina maks. upphædd á 80.000 krónur at gjalda fyri skúla, umframt at teir kunnu fáa lán upp til 180.000 kr frá Studna. Harafturat er mánaðarligur studningur – so korini eru bara heilt góð at lesa uttan fyri kongaríkið. Studni harmaði seg serliga nógv um minkandi talið av lesandi uttan fyri kongaríkið.

 

Studni legði eisini áherslu á, at fólk, sum skuldu lesa í einum landi við fremmandamáli, hava møguleika fyri at fáa 20.000 kr í studningi umframt 4.000 kr í mánaðarligum studningi, fyri at fara á málskúla og læra málið frammanundan.

 

 

Trygging er must have

 

Bank Nordik og Trygd vóru eisini við. Bank Nordik greiddi frá og deildi faldarar út um teirra fyrimunsskipan fyri ung, “Nordik Solo.” Tey lótu eisini frætta, at tey vera niðri á Amager 29. august – 2. september. Annars verður víst til heimasíðu teirra www.banknordik.fo/utisetar fyri meira kunning.

 

Trygd viðmældi eisini tríggjar tryggingar; tær vóru flutningstrygging, vanlukkutrygging og innbúgvis- og ferðatrygging. Tann fyrsta tryggjar, tá ið lutir verða fraktaðir aftur og fram. Vanlukkutrygging dekkar skaðar á egnan persón, t.d. endurgjaldskrav, ella um ein hevur tørv á hjálp frá fysioterapeuti ella tannlækna, sum eina av fylgjunum. Innbúgvistrygging dekkar, um okkurt verður stolið úr heiminum, um eldur kemur í ella líknandi.

 

 

ÍF Føroyar: Hondbóltur á høgum støði, samanhald og forb*** stuttligt

 

Soleiðis lýsir hondbóltsvenjarin hjá ÍF Føroyum, Tróndur Kragesteen, hvussu liðumhvørvið er.

 

ÍF Føroyar hevur hondbólt, fótbólt og fimleik. Tað, sum eyðkennir virksemið hjá ÍF Føroyum, er, at har er bæði nakað at bjóða til tey seriøsu og eisini til tey minni seriøsu. Nakað, sum øll liðini tó hava til felags, tað er ein sera góður felagsskapur, sum sjálvandi eisini inniber góð ball.

 

 

 

Næmingar frá ymsum londum

Har vóru umboð frá ymsum londum, sum greiddu fólki frá um lestrarumhvørvið, býrarlívið, mentanini o.s.fr. Flestu føroyingar fara til Danmarkar í lestrarørdinum, og vóru umboð frá ymsum býum har og greiddu frá.

 

 

 

Samró vælnøgdur

Eg eri væl nøgdur og faktiskt ovfarin yvir, at so nógv fólk komu.

Um tiltakið sigur Hanus, at hetta er ein partur av natúrligu menningini hjá Ó. Felagsskapurin byrjaði við veitslum, men tað skal eisini vera seriøst, sigur Hanus Samró, fyriskipari og stjóri av Ó.

Í steðginum ótu fólk tvíflísar frá No12, umframt at djús og Kirvi var bjóðað út. Eisini var ein DJ, sum diskaði.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.