Ummæli: Frísk fólk og sjúklingar á Summar Festivalinum

Ummæli: Frísk fólk og sjúklingar á Summar Festivalinum
Frískur festivalur við sjúklingi sum høvuðsnavn, gott matúrval og góð kunning áðrenn stormin á Summar Festivalinum
10.08.2015 - 13:30

Flott ljóð og show hósdagin

Hósdagurin bjóðaði flott ljóð og show fyri allar pengarnar á Vágsbøi. Tað var futtur í, og meðan Lukas Graham fresaði aftur og fram á pallinum, hoppaðu og dansaðu festivalgestirnir til rungandi tónarnar. Seinni spældi Marius á stóra palli. Tað var nærmast ikki neyðugt at vera á festivaløkinum, tí klára ljóðið og vøkru tónarnir hjá Mariusi hoyrdust um alla Klaksvíkina.

 

Les eisini: Tá klaksvíkingar og Christiania hittast

 


Lukas Graham gav eitt brak av eini konsert

 

Sjúklingur er  høvuðsnavn

Forsangarin í Roxette, Marie Fredriksson, mátti leiðast inn á pallin og sat sum væntað niðri undir allari konsertini. Songkvinnan megnaði ikki at syngja allar sangirnar reint, og í løtum gloymdu festivalgestirnir seg burtur í snakki og sussi, sum yvirdoyvdu tónleikin. Hittini vóru kortini fín, tá fólk eisini sungu við, og gittarleikarin, Per Gessle, var eisini fínt undirhald.

 

Tað er kul at fáa stór nøvn til Føroya at spæla, men tey skulu vera frísk og aktuell. Mann fær ikki eina feita konsertuppliving, tá mann samstundis skal krympa tær og taka synd í sangaranum. Men tað er kanska nakað annað, tá mann er vaksin upp við tónleikinum – kanska broyti eg meining, tá mín ungdómsidol trína á pallin um 20-30 ár.

 


Songkvinnan orkaði illa at syngja

 

Matur til allar gómar

Festivalmatur er altíð so sum so, men úrvalið var stórt, og tað var als ikki neyðugt at ganga svangur. Ein matstova var fyri tey, sum ikki tímdu at eta ein franskan undir einum hálvtaki í oysandi regni. Básar, vognar og tjøld bjóðaðu fjølbroyttan mat so sum lekkra suppu, pizza, búff og glaserað súrepli til teirra, sum vildu hava eina skjótari máltíð. Frálíkt!

 


Í illveðrinum fekk mann hitan aftur við heitu og sterku høsnarungasuppuni 

 

Tjaldingarøkið

Tjaldingarøkið kundi ikki ligið meira centralt. Tað lá í sjálvum hjartanum á festivalinum, og var inngongd beint til festivaløkið og til heitar pottar, rein WC og matstøð. Á tjaldingarøkinum var nógvur aktivitetur við pubquiz, tipiteltum og frisørum, har mann kundi snolla sær, áðrenn konsertirnar byrjaðu.

 

Leygardagin bleiv alt tó lukkað niður orsakað av regni og vindi. Tjaldingarøkið var ógvuliga deytt, og tey flestu pakkaðu saman og fóru heim. Tey fingu heldur ikki bjóðað nakað turt stað at sova. Fleiri tjaldarar fóru ivaleyst bæði tystir og svangir heim, tí tað var hvørki loyvt at hava mat ella sterkari løg inn við sær (onki stendur um tað á heimasíðuni – bara ein reglugerð við inngongdina). Harafturímóti var bílig barr og matstað á økinum, hóast barrin og matpakkin heimanífrá ivaleyst eru nógv bíligari.

 


Tipiteltini blivu pakkað niður, og fleiri festivalgestir pakkaðu saman

 

Nøvnini ganga aftur

Voxbotn, Við Múrin, G! Festivalurin, Tórsfest og nú er Summar Festivalurin júst farin aftur um bak. Føroysku festivalarnir eru nógvir, men føroyski tónleikamarknaðurin er lítil. Nøvnini blíva ikki líka eksklusiv, men tað umgongst ikki, at nøvnini ganga aftur. Festivalgestunum dámar tað kortini ómetaliga væl, tí fjøldin sang við til konsertirnar so sum hjá Swangah, Mariusi og ikki minst Frændum. Deiliga fólksligt.

 

Les eisini: Backstage við Swangah

 


Føroysku nøvnini gingu aftur, men fólkið sang við

 

Skjót avgerð í storminum

Leygardagin vóru veðurvánirnar vánaligar, og stóri pallurin á Vágsbøi og á Torginum blivu pakkaðir niður. Kunningin um hetta kom ein lítlan tíma áðrenn fyrstu konsertina, sum byrjaði kl 15. Av tí sama fingu festivalgestirnir lagt sær dagin til rættis beinanvegin. Fleiri valdu kortini at fara heim orsaka av illveðrinum og skránni, sum ikki var eins spennandi og hinir báðir dagarnir. Nýggja skráin kom bæði á heimasíðuna, facebook, portalar og útvarpið. Kunningin um nýggju skránna var góð og avgerðin tikin í góðari tíð. 

 


Nýggja skráin í fullum líki var úti ein lítla tíma áðrenn fyrstu konsertina

 

 

Les eisini: Klumman: Har vanligheitin eingi mørk hevur

Les eisini: Byrta birti ikki

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.