Onki summar, men heldur ikki regndansur á G!

Onki summar, men heldur ikki regndansur á G!
Veðurgudarnir spáa skýggj, vind, ælaveður og sólglottar í Gøtu um vikuskiftið
15.07.2015 - 23:00

Í støðum hevur sólin bakað oman í niðan í dag – eisini í Gøtu. Veðurgudarnir lova kortini ikki sama góða veður restina av vikuni. Í nátt verður skýggjað og nakað av regni. Hitin fer at liggja um 7 til 10 hitastig.

 

Hósdagur

Eitt lot, tó undir 6 m/s. Tað verður skýggjað og í støðum eitt sindur av regni. Seinni klárar í, og sólin kagar møguliga undan. Hitin liggur um 10 til 13 stig. Um náttina veksur vindurin upp í 8 m/s. Tað verður skýggjað, men turt. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagur

Lættur til frískur vindur av vestri. Tað eru umleið 5 til 10 m/s. Tað verður mest skýggjað, og seinni á degnum koma regndroparnir, tó ikki beinleiðis regn. Hitin liggur um 8 til 12 stig.

 

Leygardagur

Aftur eitt sindur av vindi. Á fakmáli verður frískt lot til frískan vind, sum er millum 5 og 10 m/s. Um náttina verður eitt sindur minni av vindi, millum 3 og 8 m/s. Tað verður í størstan mun skýggjað og regn. Seinni okkurt æli. Um náttina verður væntandi turt. Hitin liggur millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagur

Eitt lot, sum er 3 til 5 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og helst turt. Um kvøldið verður okkurt æli. Tað ger tó minni, tí tú hevur ivaleyst pakkað tingini og svevur rúsin av tær heima í fjálgu songini innan ta tíð. 

 

Kelda: dmi.dk og yr.no

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.