Soleiðis gert tú heimagjørt sushi

Soleiðis gert tú heimagjørt sushi
Lær í stigum, hvussu tú gert lekkurt, heimagjørt sushi
14.05.2015 - 22:30

Sushi er blivin ein stórur partur av føroysku matmentanini. Av tí at vit hava so góðan og frískan fisk, so riggar japanski rætturin bara heilt væl við føroyska fiskinum. 

Í hesari vegleiðingini kanst tú læra at gera trý ymisk sløg av sushi; Hosomaki, Uramaki og Nigiri. Vegleiðingin er í ymsum stigum, og myndir eru, sum vísa gongdina. 

 

 

Fyri at kunna gera sushi mást tú hava hesi grundleggjandi tingini:

  • Bambusmáttu
  • Sushi rís
  • Sushi Nori (tari)
  • Rísvínsedikku ella Sushi Su
  • Soyasós
  • Wasabi
  • Ingifer
  • Etingarpinnar

 

 

Í Føroyum ber til at ogna sær alt hetta í merkinum Blue Dragon. Blue Dragon fæst í FK, Miklagarði og Bónus.

 

Síðani skalt tú hava tann fiskin, tú ynskir og tað grønmetið og annað tilhoyr, sum tær dámar. 

Eg havi valt mær hesar rávørur:

  • Laks
  • Surimi sticks
  • Rækjur
  • Tempura mix
  • Gurku
  • Avokado
  • Smyrjiost
  • Sesamfræ
  • Rogn

 

Vit eru nú klár at byrja matgerðina.

 

Stig 1 - Kóka rísini

Einasta og besta ráðið til at kóka rísini er at fylgja vegleiðingini á pakkanum. Rísini eru møguliga tað, sum tekur longst tíð undir matgerðini. So minst altíð til at seta í øllum førum ein tíma av til rísini. 

Tá rísini eru liðug at kóka, skal edikkur í. Tað stendur á ríspakkanum, hvussu nógvur edikkur skal í, og hvussu tú gert. 

 

Stig 2 - Ger rávørurnar til reiðar

Tú ert nú komin til partin, har rávørurnar skulu skerast niður og gerast til reiðar. Laksin havi eg valt at skera upp á tveir ymiskar mátar. Eg havi skorið ein part av laksinum í tunnar skivur, sum eg skal brúka til Nigiri. Restina havi eg skorið í pettir ella strimlar til at koyra í mínar sushi rullur. 

 

Surimi krabban havi eg hakkað í smá pettir og blandað við majonesi. Tað er bara at smakka seg fram til tann smakkin, tær dámar best. Tú kanst eisini brúka súrróma og krydda krabban, júst sum tær lystir. 

 

Eg valdi at gera broysknar rækjur. Hetta gjørdi eg við at keypa ein pakka av Tempura Mix frá Blue Dragon, sum mann síðani steikir rækjurnar í. Rækjurnar, sum eg keypti, vóru stórar og blivu tí enn størri við Tempura deigginum á. Eg royndi tí at skera eitt sindur av deigginum av, áðrenn eg koyrdi rækjurnar í sushi rullurnar.

 

Grønmetið skal skerast í stavir. Hetta er tað lættasta fyri at kunna gera eina pena rullu. Tú kanst brúka nógv annað grønmeti enn agurku og avokado. 

 

Stig 3 - Hosomaki

Hosomaki er ein lítil rulla, har tarin er uttan á rísunum. Hosomaki hevur vanliga ikki meira enn 1-2 rávørur. 

 

Tað fyrsta, tú skalt gera, er at taka bambusmáttuna fram. Hon skal venda sum á myndini.

 

Síðani leggur tú taraplátuna á bambusmáttina. Tarin skal venda soleiðis, at strikurnar, sum eru á taranum, liggja vatnrætt og blanka síðan niðureftir.

 

Síðani koyrir tú rís á umleið helvtina av taraplátuni. Lættasti mátin at deila rísini út uppá, er at hava eina skál við vatni standandi hjá tær, gera hendurnar vátar og síðani deila rísið út við hondunum.  Síðani kanst tú klippa umleið helvtina av taranum av, men týdningarmikið er, at eitt lítið petti av tara, umleið 1 cm, er uttan rís ovast. Tú kanst eisini bíða við at klippa avlopstaran av, tá tú hevur rullað rulluna.

 

Nú koyrir tú ta fylluna í, sum tær lystir. Sum sagt so er hosomaki rullan ein lítil rulla og hevur tí ofta bara 1-2 rávørur í. Her havi eg valt at koyra agurku í. Tú leggur fylluna sum á myndini. 

 

Nú ert tú komin til tann partin, sum kann tykjast verri. Tú skalt nú brúka bambusmáttuna til at rulla rulluna. Fyri at bambusmáttan ikki kemur inn í tína rullu, skalt tú fyri hvørt "fet" lyfta máttuna undan og rulla víðari. Sí nærri her

 

Tú hevur nú gjørt eina hosomaki rullu. Nú er bert eftir at skera rulluna.

 

Um tú ikki eigur ein sushiknív, so er breyðknívurin góður til at skera sushi. Sker rulluna í bitar, sum eru passaligir í stødd. 

 

Stig 4 - Uramaki

Uramaki er ein miðalstødd rulla, sum ofta hevur tvær ella fleiri ymiskar rávørur. Munurin á Uramaki og Hosomaki er, at her eru rísini uttan á taranum og ikki innaní. Uramaki rullurnar kunnu verða eitt sindur verri at gera, men smakka sera væl.

 

Av tí at rísini skulu sita uttan á taranum, so ber ikki til at brúka bambusmáttuna, sum hon er. Tí mást tú antin dekka máttuna við filmi ella við einum posa, sum eg havi gjørt á myndini. Hetta kanst tú sum so eisini gera til Hosomaki rullurnar, um tú vilt sleppa undan at vaska mátturnar. 

 

 

Tú leggur síðani eina taraplátu á máttuna og koyrir rís á, júst sum við Hosomaki rulluni. Uramaki rullurnar kunnu blíva ógvuliga stórar, um mann brúkar eina heila tara plátu, so tú kanst aftur her klippa eitt sindur av taranum. Síðani kanst tú velja at pynta rísini. Eg havi á myndini pyntað við sesamfræ. Eisini ber til at brúka rogn og annað. Eftir tú hevur koyrt rísini á taran og pyntað rísini, so skal taraplátan vendast á ranguna, so rísini liggja móti máttuni. Hetta kann verða torført, men tað er bara at royna seg fram. 

 

Tú ert nú komin til at leggja fylluna í. Á myndini havi eg brúkt smyrjiost, laks, gurku og avokado. Um tú ynskir so nógva fyllu, so er at royna at leggja tað so tætt at hvørjum øðrum sum gjørligt. Nú er einans eftir at rulla Uramaki rulluna. Hendan rullan er eitt sindur torførari at rulla, av tí at rísini klepra og alt vendir á ranguni, men tað er bara at kroysta væl, so alt er tætt. Tá tú hevur rullað liðugt, er bert eftir at skera rulluna. 

 

 

Stig 5 - Nigiri

Nigiri er sera einfalt. Ein rísbolli við fiski oman á rísunum. 

 

Tað fyrsta tú skalt gera, tá tú gert Nigiri, er at gera hendurnar vátar, so tú kanst forma ein lítlan rísbolla. Her ræður tað um at fáa rísbollan at vera so tættan sum gjørligt, so hann ikki dettur sundur. Síðani leggur tú eitt petti av fiski oman á rísini. Fiskurin má vera skorin í tunnar skivur. 

 

Nigiri er nú klárt at eta. Um mann hevur hug, so ber til at pynta Nigiri. Tú kanst antin koyra ein tara strimmil rundan um ella ein prikk av majonesu ella líknandi á laksin. 

 

Stig 6 - Borðreiðing

Tú hevur nú gjørt trý ymisk sløg av sushi við ymiskari fyllu. Tá alt er skorið í bitar er klárt at eta. Tá mann borðreiðir sushi, so eru nógvir mátar at pynta upp á til dømis við kilisós, várleyki og so framvegis.

 

Á borðinum er neyðugt við soju og wasabi. Koyr sojuna í eina lítla skál, sum tú síðani blandar eitt petti av wasabi í og brúka etingarpinnarnar til at eta sushi við. 

 

 

Væl gagnist!

 

 

Myndir: © Sonja Wang Hansen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.