At eta etiskt - Änglamark fram um First Price

Christa Reynheim
At eta etiskt - Änglamark fram um First Price
Les samrøðuna við Turið Nolsøe, har hon greiðir frá, hví hon hevur umhvørvið og djóravælferð í huga, tá hon keypir matvørur
31.03.2015 - 21:00

 

24 ára gamla Turið Nolsøe býr í Danmark og lesur kandidat í retorikki á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hóast dagarnir hjá Turið eru sum hjá lesandi flest, so leggur hon stóran dent á nakað, sum hini kanska ikki geva sær far um, nevniliga at maturin, sum hon keypir, kemur úr virðiligum umstøðunum.

 

Hvat merkir tað, at eta etiskt, fyri teg?

- Tað merkir at tilvirkingarumstøðurnar raðfestast hægri enn prísurin á vøruni. Änglamark framum First Price.

 

- Eg royni altíð at fara eftir tí vistfrøðiliga, bæði tá eg keypi djóraúrdráttir, sum mjólk og egg, og tá eg keypi basisvørur, sum mjøl og sukur.

 

- Tað er ikki fullkomuliga reglufast, men er tó eitt mál, sum eg dagliga seti mær fyri at røkka. 


Hvussu skilja tínir matvanar seg frá matvanum hjá øðrum?

 

- Umframt at keypa vistfrøðiligt, er høvuðsmunurin tann, at eg sjáldan eti kjøt.

 

- Tó takki eg ikki nei, tá onkur bjóðar mær til døgurða við kjøti, og eg taki heldur ikki mín egna mat við til borðhald.

 

- Men sjálv keypi eg ikki kjøt. Eg havi einki ímóti, at onnur eta tað, men hevði ynskt at fólk góvu sær far um umstøðurnar, sum matur okkara - serliga djóraúrdráttir - verður tilvirkaður undir.

 

Hví hevur tú valt at eta, sum tú gert?

 

- Eg eri uppvaksin í einum húsarhaldi, har matur hevur stóran týdning. Eg var, sum barn, ofta við í matgerini, og havi eg tí altíð verið tilvitað um mat. Foreldur míni keypa eisini vistfrøðiligt, og hevur tað tí verið ein sjálvfylgja hjá mær at gera so við.

 

- Tá eg fór á háskúla, gjørdist eg vegetar. Tann lívsstílurin var tó ringur at taka við heim til Føroya, har matmentanin er so knýtt at kjøti, og tað at eta saman er ein stórur partur av samanhaldinum. 

 

- Men eg eri sannførd um, at menniskjan má síggja seg sjálva, sum ein partur av eini størri vistskipan. Hóast vit, sum forbrúkarar, hava rættindi, so hava vit eina skyldu mótvegis umhvørvinum, sum vit eru ein partur av.

 

- Tí mugu vit royna at liva so burðardygt sum til ber, soleiðis at djóralívið og natúrliga tilfeingið rundan um okkum ikki versnar, men trívist. Við at keypa vistfrøðiligt kann burðardygdin fremjast, samstundis sum djóraviðurskifti og kor hjá bóndum batna. 

 

Hvørjir eru fyrimunirnir?

 

- Tað er sjálvsagt betri fyri samvitskuna at eta etiskt. Sjálv haldi eg eisini, at kroppurin kendist sunnari og betri fyri, aftan á eg skifti matvanar.

 

- Harumframt verður matgerðin kreativ, og tú etur meiri fjølbroytt, tí eingin tímur at eta bønigrýturætt fýra dagar á rað. Tilvitanin um mat er eisini modernað í løtuni, og tí eru túsundtals bloggar og bøkur við kreativum uppskriftum, ið passa til ein slíkan lívsstíl.

 

Eru vansar?

 

- Nei, bara reaktiónir hjá fólki, tá ið mann sigur, at mann ikki keypir kjøt. Fólk halda eisini, at tað er so dýrt at keypa vistfrøðiligt, men við ikki at keypa kjøt sparir tú pening og hevur tí ráð til annað ístaðin.

 

Hevur tú nøkur ráð til onnur, sum vilja royna at eta etiskt?

 

- Set teg inn í øðrvísi keldur til protein, m.a soya og grønmetisprotein, soleiðis at tú ikki stendur gorhungraður, aftan á at hava etið ein døgurða uttan kjøt. Tá tú ert vanur við hetta, so er nógv lættari at vita, hvørjum mann skalt leita eftir, tá mann keypir inn.

 

- Um tú ikki vilt gevast við at eta kjøt, so kanst tú minka um portiónirnar við til dømis at hava ein kjøtfrían dag um vikuna. Á tann hátt roynir tú eisini nýggj ting. Men keyp fram um alt vistfrøðiligt!

 

- Eg vænti, at flestu fólk eru samd um, at tað er skeivt, at djór liva undir ræðuligum korum. Um vit kunnu gerast samd um, at djór, og eisini tey menniskjuni, sum arbeiða innan vinnuna, skulu verða rætt viðfarin, so eru vit á røttu leið.

 

Spinat og ricottabúffar til 4 búffar:

 

350 gram av ricotta

2 egg býtt í reyðar og hvítar

2 hondfullar av frískum spinati (ella frystum, sum er tiðnað og vatnið kroyst úr)

1 lítlan leyk

3 fet av hvítleyki

3 spísiskeiðir av mjøl, salt og pipar

 

Svitsa leyk, hvítleyk og spinat á pannuni, lat kølna og rør síðani saman við ricotta, eggjareyða, mjøl og salt og pipar.

Píska hvítarnar og vend teimum í restini. Smyr bakipappír við eitt sindur av olju og forma deiggið til fýra búffar á bakipappírinum. Baka í umleið 20 minuttir við 200 hitastig - men hald eyga, ovnar eru so ymiskir!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.