- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kardamummubýurin á pall
Fólk og dólgar í Kardamummbýnum aftur á pall
- Tað er ógvuliga føroyskt at kenna søguna um teir tríggjar dólgarnar Kaspar, Jaspur og Jónatan. Tí pallseta vit leikin enn eina ferð, sigur Hjálmar Dam, leikstjóri, í samrøðu við Góðan Morgun Føroyar.
Hjálmar Dam, sum skal leikstjórna Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, leitar eftir fólki til leikin. Í tí sambandi verður almenn upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai kl. 10.00. Les meira um upptøkuroyndina her.
Tørvur á alskyns fólki
Hjálmar leitar eftir fólki í øllum aldri, tí leiklutirnir eru ógvuliga ymiskir.
- Tobias er gamal maður. Bastian er tilkomin maður. Dólgarnir kunnu vera í 20'unum, 30'unum, 40'unum ja enntá í 50'unum. Har eru áleið 20 leiklutir, sum eru navngivnir. Teir eru í øllum aldri.
Ert tú smæðin og hevur ikki hug at siga so nóg, so eru kortini leiklutir fyri teg.
- Ert tú smæðin og hevur ikki hug at siga nakað, so kanst tú standa í bakgrundini og vera fittur undir felagssenunum. Í onkrum senum er kanska neyðugt, at eg koyri ein hatt á teg, og tú stendur har í bakgrundini, meðan sporvognurin koyrir framvið.
Í leikinum er nógvur sangur. Tað skal kortini ikki forða tær at koma, um tú ikki ert góður sangari.
- Her er nógvur sangur. Dugir tú at syngja, so er tað fantastiskt. Men dugir tú ikki, so er bara at duga at raka grannatónan, so tú ikki syngur heilt falskt.
Hevur tú als ongan hug at standa á palli, men kortini vilt vera við, so eru eisini uppgávur til tín.
- Hevur tú hug at hjálpa til aftan fyri pallin við t.d. rekvisittum, kom so endiliga við!
Upptøkuroyndin
Øll kunnu koma til upptøkuroyndina. Roynd sum óroynd. Upptøkuroyndin er í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai kl. 10.00.
Fólkini verða tikin upp einkultvís ella parvís. Mann skal fyrireika eina lítla søgu um seg sjálvan (2-3 minuttir). Eisini skal mann arbeiða við einum lítlum ókendum teksti úr leikinum.
- Familjan skal uppliva leikin av nýggjum
Síðan leikurin varð settur upp fyri 11 árum síðani, eru nógv nýggj børn komin aftrat á Føroya landi. Tey skulu eisini sleppa at uppliva leikin. Tey sum vóru børn tá, eru tannáringar nú. Og tey sum vóru tannáringar tá, eru summi av teimum blivin foreldur nú, sum hava fingið síni egnu børn. Familjan skal uppliva leikin av nýggjum.
Vil geva øðrum sama møguleika
Hjálmar var sera hugtikin av sjónleiki og forvitnaðist leingi eftir at spæla sjónleik. Fyri 12 árum síðani trein hann fyri fyrstu ferð á pall.
- Eg gekk uttan fyri hetta húsið fyri 12 árum síðani. Eg minnist, at eg plagdi at hyggja at tí og siga: helgens, hevði eg ein dag bara kunnað komið í samtalu við tey fólkini, sum rumistrera har inni. Tað hevði verið so fantastiskt. Men tað hevði eg simpulthen ikki torað.
Hjálmar var smæðin, men tilvildirnar hjálptu honum í gongd.
- So fóru tilfeldigheitirnar í gongd. 1,2,3 áðrenn eg visti av, so stóð eg har á palli og skuldi spæla. Eg setti klórnar í húsið. Eg hjálpti til at mála scenografi og smíða, og eg eri ikki farin vekk harfrá enn. Tað var startskotið til mína karrieru. Og eg vil gjarna geva tann møguleikan víðarið nú. Tí skipa vit fyri eini almennari upptøkuroynd.
Leikur í nýggjum hami
Hóast leikurin fyri 11 árum síðani var ein succes, vil Hjálmar ikki endurtaka leikin.
- Eg skal ikki endurtaka tað, sum longu er gjørt. Eg skal gera mina versión og umskriva eitt sindur. Eg havi fingið dugnalig fólk at gera nýggjan tónleik, at gera scenografi, og eg havi sjálvur umskrivað leikin eitt sindur.
Leitar eftir eldsálum
Hjálmar leitar ikki bara eftir talentum, men eisini eftir eldsálum. Í 2004 vórðu 62 sýningar spældar, har tey spældu fimm kvøld um vikuna. Tað koyrdi út í eitt í einar átta mánaðir við venjingum og sýningum. Hóast tað var leingi, so var tað bæði gevandi og stuttligt. Ta upplivingina vil Hjálmar geva víðari.
- Eg leiti eftir eldsálum. Eg eri ikki bara interesseraður at fáa tey stóru talentini inn. Tað er fínt við talentum, men tað týdningarmesta eru eldhugaðu fólkini, sum vilja hetta. Tað er eitt privilegium at sleppa at vera við í eini slíkari verkætlan. Alt tað lívið, sum gongur fyri seg aftan fyri pallin, er eisini so øgiliga vigtigt. Í 2004 høvdu vit eitt fantastiskt upplivilsi, har vit nærmast blivu ein lítil familja. Og tað upplivilsið vil eg eisini geva víðari, sigur Hjálmar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |