- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindaskriv: Hví velja Føroyar?
Hví velja Føroyar? Soleiðis ljóðar spurningurin, sum verður viðgjørdur á fólkafundinum í Føroyahúsinum Keypmannahavn fríggjakvøldið 15. mai.
Í sambandi við at Frigg festivalurin verður 16. mai, hava MFS Keypmannahavnarnevndin og Frigg festivalurin sligið seg saman um fólkafund við tí í huga at varpa ljós á føroyskar útisetar, og hvussu hesir verða umrøddir á politiska pallinum í Føroyum.
Hóast allir flokkar eru samdir um týdningin av at fáa føroyskar útisetar heim aftur til Føroya eftir loknan lesnað, kenna føroyskir útisetar seg alt ov ofta gloymdar.
Viðurskiftini hjá útisetunum eru ikki at síggja, tá valstríð verða førd, hóast útisetar undir lesnaði hava valrætt. Hesum vilja MFS of Frigg Festivalurin basa, so føroyskir útisetar fáa eina rødd og verða hoyrd í politiska kjakinum.
Fundurin byrjar kl. 19.30 í Føroyahúsinum við móttøku og framløgum, og at enda fara umboð úr politisku flokkunum í Føroyum at kjakast um støðuna hjá føroyingum í útisetu.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |