Hvussu velja vit Føroyar?

Vit Velja Føroyar á ólavsøku
Hvussu velja vit Føroyar?
Í samband við tíðindini um fólkafráflytingina úr Føroyum hevur Röddin tosað við Schønning Eysturoy og Astrid Reinert Mohr um teirra meiningar um hetta og um teirra leiklut í átakinum Vit velja Føroyar.
20.12.2013 - 21:15

Fyrr í vikuni komu tíðindi frá Hagstovu Føroya um, at vit um 40 ár verða 3.000 færri í Føroyum. Longu í 2015 verða tað eins nógv í Føroyum, sum eru undir 40 ár og yvir 40 ár, men allar mest hóttandi tykist framrokningin, at vit í 2045 verða tvey fólk í arbeiði fyri hvønn pensionist, har vit í dag eru fimm arbeiðsfør fólk fyri hvønn pensionist. Hetta segði Jón Joensen, hagfrøðingur, í samrøðu við kringvarpið.

 

Gongdin tykist døpur, men eitt av tiltøkunum, sum vil venda hesari gongdini, er átakið ‘Vit Velja Føroyar’, sum Kommunusamskipan Føroya, Vinnuhúsið og tíggju føroyskar fyritøkur hava tikið stig til. Sambært stigtakarunum verður alt ofta tosað ov negativt um lívið í Føroyum í miðlum og øðrum, so átakið snýr seg um at lýsa alt tað góða við at liva og virka í Føroyum.

 

Átakið gjørdist sjónligt, tá ung umboð fyri Vit Velja Føroyar gingu runt á ólavsøku og tosaðu við onnur ung, sum jú eru málbólkurin hjá átakinum. Röddin hevur tosað við tvey av hesum ungu, Schønning Eysturoy og Astrid Reinert Mohr, um hvussu tað at vera partur av átakinum hevur ávirkað teirra hugsjón.

 

Schønning Eysturoy, sum lesur Business and Spanish í Onglandi, greiðir frá, at hann altíð hevur sæð fólkafráflytingina sum størstu hóttanina móti føroyska samfelagnum, og tí undrar tað hann, at tað verður gjørt so lítið við málið frá politiskari síðu. “Tí bleiv eg glaður av at verða boðin við til at gerast partur av Vit Velja Føroyar, tí eg vil fegin vera við til at fáa fólk at broyta sín hugsunarhátt og tosa meira positivt um landið,” sigur hann.

 

Sjálvur hevur hann lagt til merkis, at føroyingar grenja meira, enn neyðugt er. Hetta verður serliga sjónligt, tá ein flytur av landinum, eins og Schønning gjørdi í samband við lesnað í London. “Men eg var ikki sørt øðrvísi sjálvur,” sigur hann, “eg var eisini eitt stórt grenj”.  Sum útiseti hevur hann tó lagt til merkis, at Føroyar als ikki eru aftanfyri hini londini, sum vit samanbera okkum við, heldur tvørturímóti. Føroyar eru tryggar, fólk eru vinarlig, livialdurin er sera høgur, búskapurin er støðugur, arbeiðsloysið er lágt og so framvegis. “Eg kundi hildið áfram við góðu eginleikunum,” greiðir Schønning frá, “og átakið Vit Velja Føroyar hevur lært meg at síggja, at vit alt ov ofta gloyma fyrimunirnar við at búgva í Føroyum. Sjálvandi fer átakið ikki einsamalt at venda gongdini, men tað er eitt gott stað at byrja at gera fólk varug við tað góða við lívinum í Føroyum.”

 

Eisini hevur Röddin fingið orðið á Astrid Reinert Mohr, ið er partur av átakinum. Hon greiðir frá, at hon hevur altíð verið tilvitað um hendan spenningin millum, hvørt mann skal flyta heim ella ikki eftir loknan lesnað, tí hesi hagtølini byrjaðu av álvara at spøkja, meðan júst hon gekk í studentaskúla og skuldi til at velja hægri lesnað.

 

Tað at hava arbeitt aktivt við Vit Velja Føroyar heldur hon hevur ávirkað hugburðin hjá henni móti málinum. “Mær dámar nógv betur at finna argumentir fyri at flyta heim, heldur enn hví ein skal lata vera,” sigur hon, “og jú meira eg hugsi soleiðis, størri trongd fái eg at flyta heim aftur. Um øll góvu sær gætur at tosa um jaligu síðurnar av Føroyum, høvdu fleiri heilt víst verið meira tilvitað um møguleikan at flyta heim aftur.” 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.