Dizzy Mizz Lizzy á G!

Dizzy Mizz Lizzy á G!
G! hevur júst kunngjørt at kendi rokkbólkurin kemur at spæla á ársins festivali
28.04.2015 - 09:30

Alternativi danski rokkbólkurin, Dizzy Mizz Lizzy, ið er mannaður av Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis, er aftur aktuellur við nýggjum tónleiki og konsertferð. Hesa ferð steðga teir eisini á Gøtusandi, har teir koma at framføra á ársins G! festivali.

 

Bólkurin er ikki bert eitt av størstu nøvnunum innan danskan rokkttónleik, men hava eisini hittað nógv uttanlands við løgum sum 'Love is A Loser's Game', 'Waterline', og 'Silverflame'. Fyrsta fløgan, Dizzy Mizz Lizzy, ið bleiv útgivin í 1994, bleiv skrikt av hillunum og er tann best seljandi danska rokkútgávan nakrantíð.

 

Eftir ein stuttan steðg í 1998, har Tim Christensen millum annað byrjaði væl eydnaðu soloyrkisleið sína, valdi bólkurin til stóra sorg hjá fjepparum at gevast. Í januar blivu Dizzy Mizz Lizzy tó aftur aktuellir við nýggjum tilfari, sum hevur fingið sera góða móttøku.

 

Bólkurin er í løtuni á konsertferð kring Danmark, og ummælini hava verið góð. Millum annað góvu bæði Gaffa og BT teimum seks út av seks stjørnum. Fjepparar kunnu sostatt spentir stappa svávulpinnar í eplir og byrja at telja niður til G! 2015, har Dizzy Mizz Lizzy fara at rokka Gøtusand.

 

Niðanfyri kanst tú lurta eftir nýggja lagnum 'I Would If I Could But I Can't' og eyðkenda hittinum 'Silverflame.'

 

G! 2015 verður 16-18 juli.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.