- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Brim Hildardóttir Hoydal, Danmark
Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Brim Hildardóttir Hoydal – Roskilde, Danmark
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 24 ára gamla Brim Hildardóttir Hoydal, sum lesur í Roskilde í Danmark
Brim lesur kommunikatión og socialvidenskab (sosial vísindi) á Roskilde Universitet, sum fyri tað mesta verður kallað RUC. RUC liggur í Trekroner, Roskilde, sum er umleið 20 minuttir frá høvuðsjarnbreytarstøðini.
Les meira um Roskilde Universitet her.
3 ráð frá Brim
1. Á RUC arbeiða vit fyri tað mesta í bólkum, so set tær fyri at fáa sum mest burtur úr bólkaarbeiðinum, bæði fakligt og sosialt.
2. Aftan á fyrsta árið á RUC velur tú títt/tíni fak! Tað eru ein rúgva at velja ímillum, men tað er smart at hava skil á hvørji fak, tú kundi hugsað tær at valt víðari, og um tey fakini møguliga hava eyka upptøkukrøv.
3. Far við í RØKK! Tað er lestrarfelagið fyri føroyingar á RUC. Vitja Røkk á heimasíðu teirra og á Facebook síðu teirra.
Röddin hevur biðið Brim um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
- Vit ferðast aftur og fram við toki til Trekroner
- Húsið, sum eg hoyri til, úti á RUC
- Uttanfyri, har tað eisini er møguligt at lesa og gera bólkaarbeiði
- Á RUC eru nógv hugnalig arbeiðsrúm
Undirvísingarhøli
Fyrilestrarsalur
Kantinan
Kantinan
Heima
Øresundskollegiet
Röddin ynskir Brim góða eydnu við útbúgvingini
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |