Vís mær títt lestrarlív - Christina Jensen, Danmark

Vís mær títt lestrarlív - Christina Jensen, Danmark
Christina Jensen vísir okkum sítt lestrarlív í Danmark
21.06.2015 - 11:15

Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

Christina Jensen - Keypmannahavn, Danmark

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív er 26 ára gamla Christina Jensen, sum lesur í Keypmannahavn í Danmark

 

Christina lesur danskt og søgu á 7. Lestrarhálvu á Københavns Universitet, sum liggur í Keypmannahavn. Københavns Universitet hevur ymiskar deildir runt í Keypmannhavn, og á Amager liggur humanistiska deildin hjá Københavns Universitet. 

 

Les meira um danskt og søgu á Københavns Universitet her og her

 

3 ráð frá Christinu

 

1. Mítt fyrsta ráð er, at viðkomandi meldar seg inn í HUMLA - Føroysk humaniora lesandi á Amager.  Vit eru ein felagskapur av føroyingum, sum savnast javnan, og hava tað sera stuttligt saman. Inni á facebooksíðuni hjá Humla, kann ein spyrja um alt, um ein ivast í nøkrum. Tað er altíð gott við einum góðum "netverki"

 

2. Mítt næsta ráð er, at man setur seg at lesa úti á KUA(heitið á lestrarstovninum). Har eru so fantastiskar umstøður at lesa í har úti. Ein hevur við sínum studiekorti atgongd til KUA alt samdøgrið, og man er ofta nógv meira effektivur og lesur meira, tá man situr har úti. Ofta plagi eg at lesa saman við øðrum - so sita vit hvør í sínum lag og lesa, og taka okkum líka ein matarsteðg og smáar pausur her og har, og tað ger tað minni turrisligt at skula sita og lesa í fleiri tímar. Har eru so nógv ymisk hølir at lesa í har úti, so har er heilt sikkurt okkurt sum passar akkurát til tín. Harumframt, so er tað frálíkt at hava ta kensluna, at tá tú kemur heim til tína egnu íbúð, so hevur tú frí.

 

3. Mítt síðsta ráð er, at ein skal goyma síni kompendiur. Nógv selja síni kompendiur beinanvegin aftaná lokið semestur, ella koyra tey burtur, men har er so nógv spennandi tilfar í teimum. Ofta so havi eg endurnýtt nógv av tilfarinum til uppgávur í ymiskum fakum. Í mínum føri, so ætli eg mær at undirvísa í framtíðini, so eg goymi tekstir, sum mær dámar væl, og sum møguliga hóska seg væl til at viðgera í einum miðnámsskúlaflokki. Annars generelt goyma tað seg nógv gullkorn í kompendiunum, so goymið tey!

 

 

Röddin hevur biðið Christinu um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.

 

Skúlin

Christina uttanfyri KUA - Københavns Universitet Amager

 

Sum lesandi í Keypmannahavn er ein súkla eitt ”must” J Her sæst eitt av teimum mongu súkluplássunum, sum liggja kring lesnaðarstovnin.

 

Soleiðis sær fohøllin út. Trælampurnar lýsa sera vakurt, serliga um kvøldið. Næstan alt innbúgvið á universitetinum er danskt snið/design.​

 

Det Humanistiske Fakultetsbibliotek – ”Stóra Bókasavnið”. Her sita øðiliga nógvir føroyingar og lesa. Bæði lesandi frá Humanistiska Fakultetinum, men eisini lesandi frá øðrum útbúgvingum. Tað kemst nokk av, at bókasavnið liggur so tætt at Oyrasundskollegiunum, har nógvir føroyingar búgva.

 

Undirvísingarhøli

Her verður hildið fyrilestur.​

 

Kantinan

Tað eru tvær kantinur á skúlanum​

 

Harafturat eru fleiri smærri matstøð kring lesnaðarstovnin. Her er Café Mødestedet, sum er ein øðiliga hugnalig og vældámd kafé, har tey gera ymiskar kaffidrykkir, og selja sodavatn, vín, øl og annað. 

 

Her sæst ein onnur Kafé - Nordisk Kaffebar - sum verður rikin av teimum lesandi.​

 

Heima

Mín íbúð á Oyrasundskollegiunum, sum liggur sera stutt frá mínum lestrarstovni – einans 5 min á súklu.​

 

 

Röddin ynskir Christinu góða eydnu við útbúgvingini

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.