- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Katrin Dalsgaard Nolsøe, Týskland
Röddin setur í løtuni fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Katrin Dalsgaard Nolsøe – Berlin, Týskland
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 24 ára gamla Katrin Dalsgaard Nolsøe, sum lesur í Berlin í Týsklandi.
Katrin lesur Sozialwissenschaften (sosiologi og politikvísíndi) og fer í gongd við sína 6. síðstu lestrarhálvu í apríl. Katrin lesur á Humboldt Universität í Berlin.
Les meira um Humboldt Universität her og um útbúgvingina hjá Katrini her.
3 ráð frá Katrini
1. Tað er týdningarmikið at læra málið væl, áðrenn farið verður undir lesnaðin. Sjálvt um eg hevði búð í Berlin næstan eitt heilt ár, áðrenn eg byrjaði á universitetinum, tók tað tíð at venja seg við tað akademiska málið. Men tær nýtist ikki at missa mótið, tí tað eru sera nógvir útlendingar á universitetinum, so tað verður tikið atlit til, at málsligu førleikarnir ikki eru “í topp”.
Studni er eisini ein góð hjálp, tí tú kanst fáa stuðul til málslig fyrireikingarskeið (sí meira her)
2. Byrja í góðari tíð at fáa øll tey neyðugu pappírini í rætt lag, tí á hesum økinum eru týskarir sera nágreiniligir. Sum útlendingur skalt tú søkja inn gjøgnum uni-assist, og hetta kann vera ein sera drúgv mannagongd (www.uni-assist.de) .
3. Tað er smart at hava eitt fyribils stað at búgva teir fyrstu dagarnar, tí tað er sera torført at finna eina íbúð, tá tú ikki ert á staðnum. Tað vanligasta er at búgva í einari WG (Wohngemeinschaft), har tú hevur eitt kamar í einari íbúð, sum tú deilir saman við øðrum. Her er eisini gott at vera í hampuliga góðari tíð, men oftast verða kømur bara sett til leigu online stutt áðrenn innflytingartíðina. Her kanst tú t.d. finna eitt kamar her.
Röddin hevur biðið Katrina um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
Høvuðsbygningurin á skúlanum
Instituttið hjá Katrini er á niðastu hædd handan stóru vindeyguni
Beint hinumegin tokbanan er bókasavnið
Bókasavnið
Undirvísingarhøli
Undirvísingarhøli
Lesisalur
Kantinan
Heima
Gøtan, sum Katrin býr á
Stovan hjá Katrini, sum hon deilir við trý onnur
Röddin ynskir Katrini góða eydnu við útbúgvingini
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |