- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Kappingin gevur motivatión til at spæla og gera sítt besta á einum palli

Leygarkvøldið 21. februar var finalan í klassisku tónleikakappingini Stella Polaris hildin.
Tey seks, sum komu í finaluna, vóru Birita Poulsen, Rúni Hentze, Kristina Thede Johansen, Alvi Joensen, Marta Torkilsdóttir Johannesen og Dávur Birgisson Davidsen.
Undanumfør vórðu hildin hóskvøldið og fríggjakvøldið, har tónleikarirnir høvdu umleið 5-6 minuttir at vísa, hvat tey duga. Fríggjakvøldið var kvøldseta og finalistanir vórðu valdir.
Gittari, sangur og saksofon vóru best
Í dómsnevndini sótu 5 limir, sum skuldu velja ein vinnara. Vinnarin av ársins Stella Polaris var Alvi Joensen, sum spælir gittar. Nummar tvey gjørdist Birita Poulsen, sum syngur, og nummar trý gjørdist Kristina Thede Johansen á saksofon.
Vinnarin av Stella Polaris kappingini fær eina virðirsløn á 20.000 kr., sleppur at verða solistur í Føroya Symfoniorkestri umframt ein vinning frá konsertfelagnum. Vinnarin av 2. plássinum fær eina virðisløn á 10.000 kr. og 3. plássið eina á 5.000 kr.
Röddin hevur fingið orðið á Kristinu Thede Johansen, sum endaði á 3. plássinum. Kristina hevur spælt saksofon í átta ár og heldur tað vera sera mennandi og stuttligt at vera við í eini slíkari kapping.
- Tað er bæði gevandi, tí at tú sleppur at hoyra so nógv onnur dugnalig fólk spæla sítt ljóðføri á einum ógvuliga høgum støði, eins og tað gevur tær okkurt at venja fram til og harvið vaksa um motivatiónina til at spæla.
Støðið er sera høgt
Í kappingini eru nógv ymisk ljóðføri, millum annað sangur og saksofon.
- Støði í kappingini er sera høgt, men eisini sera breitt, tí aldursmunurin er stórur. Men kappingin er sera hørð, og ein má veruliga gera alt sítt fyri at hava ein kjans at koma víðari í finaluna.
Stella Polaris er ein sera stór hjálp hjá føroysku klassisku tónleikarunum. Hon hjálpir teimum ávegis á tónleikaleiðini og er góð eggjan til at spæla klassiskan tónleik.
- Kappingin gevur motivatión til at spæla og gera sítt besta á einum palli. Hon er eisini gevandi fyri tey, sum ætla sær tónleikaliga vegin, tá tónleikaverðin er uppsett av upptøkuroyndum frá byrjan til enda.
Opnar oyrini fyri nýggjum áhoyrarum
Eisini heldur Kristina, at kappingin er ein góður máti at fáa fólk at fáa áhuga fyri klassiskum tónleiki.
- Kappingin fær onkursvegna fólk, sum vanliga ikki lurta eftir klassiskum tónleiki, at fáa áhuga fyri tí. Kappingin er umfatað av næstan øllum ljóðførum, sum spæla stykkir úr øllum tíðarskeiðum og øllum tónleikagreinum.
Röddin ynskir teimum triðmum finalistunum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |