Stella Polaris um vikuskiftið

Finalistarnar í síðsta ár
Stella Polaris um vikuskiftið
Aftur í ár verður kappingin fyri ungar tónleikarar
18.02.2015 - 17:15

Hetta er næsta árið á rað, at Norðurlandahúsið skipar fyri tónleikakappingini, Stella Polaris. Luttakararnir eru musikkskúlanæmingar út musikkskúlunum kring landið, men eisini tónleikarar, sum lesa tónleik uttanlands. Kappast verður í tveimum aldursbólkum, og kappast verður við einum breiðum úrvali av ljóðførum. Tú kanst koyra alt frá guitar, klaver, strúkarum, blásarum til sang og slagverk.

 

 

Stór undirtøka

í fjør vóru 26 ung fólk við í kappingini. Og í ár hava næstan dupult so nógv meldað seg til. Heili 42 ung fólk í ymsum aldri og við ymsum ljóðførum eru klár at vísa, hvat tey duga. Av tí at luttøkan er so stór í ár, fevnir kappingin seg um tríggjar dagar.

 

Hósdagin verða undanumfør í bólki eitt og tvey, og fríggjadagin verður undanumfar í bólki trý. Fríggjakvøldið verður eisini almenn kvøldseta í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har 1. og 2. virðislønir í bólki eitt og tvey verða lætnar, og finalistarnir verða kunngjørdir.

 

Leygarkvøldið verður sjálv finalan, har 1. 2. og 3. virðislønir verða lætnar.

 

Les eisini: Tónleikur út um landoddarnar

 

Í dómsnevndini eru fimm limir: Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrararnar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

 

 

Les meira á facebook síðuni her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.