Lesarabræv: Vit eiga at viðurkenna teknmál sum móðurmál!

Lesarabræv: Vit eiga at viðurkenna teknmál sum móðurmál!
Lesarabræv frá Tór Marna Weihe úr Unga Tjóðveldinum
07.10.2014 - 11:00

Danska Fólkatingið samtykti fyrr í ár fólkatingslógaruppskot nr. 61 og staðfesti loksins, at teknmál er móðurmál teirra deyvu, og at tað javnsett donskum er alment mál í Danska Kongarríkinum. Hetta mugu vit eisini gera her á landi, og verða Føroyar í ST-frágreiðing hartaðar fyri ikki at viðurkenna teknmál og veita deyvum og tunghoyrdum sømuliga atgongd til Public Service-tænastur.

 

Public Service-sáttmálin frá 2009 millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið slær í grein 5 fast, at ”Kringvarp Føroya skal taka atlit at fólki við breki og tryggja teimum ávísar tænastur. Public service-tænastur til deyv og hoyriveik skulu styrkjast. (...) Sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og –týdning, skulu í størri mun tekstast ella teknmálstulkast. Eitt nú eiga valsendingar í sambandi við Løgtingsval at verða tekstaðar og teknmálstulkaðar.”

 

Men hóast tað ikki er til at taka feil av, hvussu farast skal fram í samband við eina valsending undan løgtingsvali, so stóðu vertirnir spyrjandi og hugdu upp á hvønn annan, tá ið forkvinnan í Deyvafelag Føroya, Maria Ellefsen, tann 04. apríl í fjør til politiskan kjakfund royndi at seta floksumboðum spurning á teknmálið, og í mótmæli fór úr kringvarpshøllini, tá ið tað (sum vænta) vísti seg, at ongin tulkur var at flyta spurning hennara til tey, ið stóðu kring kjakborðið.

 

Kringvarpið livdi í hesum førinum ikki upp til sína skyldu mótvegis teimum, ið hava tulk fyri neyðini, og tíverri má eg bara staðfesta, at hetta ikki er einastu ferð, at so er.

 

Hugburðsbroyting má til

Kringvarpið skal tó ikki gerast til stóra djórið í opinberingini í hesi greinini. Kringvarpið hevur sína fíggjarligu kabalu at leggja, og tað ber illa til at gera øll glað við verandi játtan. Men tað virkar sum um, at tað tíverri er ein fastgrógvin hugburður í almennu Føroyum, at atlit ikki verða tikin at deyvum og hoyriveikum. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til tess, men fyri mær tykist tað, at hetta ikki einans snýr seg um pengar, men kanska eisini er úrslit av eini misskiljing. Av teirri einføldu misskiljing, at nógv halda, at teknmál ikki er eitt veruligt mál, men at tað bert er eitt hjálpiamboð, ið fólk, ið ikki hoyra eru noydd til at samskifta við.

 

Veruleikin er júst hin øvugti. Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál, ið fyri so vítt onki hevur við føroyskt at gera. Málið hevur egna mállæru, egnan úttryksform og syntaks, ið ikki kann samanberast við vanligt føroyskt.

 

Kortini tykist tað sera torført at fáa okkara fólkavaldu at gera nakað við málið. Mótmælini hjá Mariu Ellefsen á sinnið hava tíverri ikki broytt umstøður teirra deyvu her í Føroyum stórvegis.

 

Altjóða sáttmálar og málpolitikkur Føroya

Hóast tað bæði í ST-sáttmálanum um rættindini hjá teimum, ið bera brek og í norðurlendsku kunngerðini um málpolitikk – sáttmálar, ið Føroya landstýri hevur skrivað undir – verður staðfest at arbeiðast skal fyri at teknmál verður góðkent og styrkt, soleiðis at deyv fáa atgongd til samfelagið á jøvnum føti sum vit onnur, so hevur hetta ongan veruligan týdning. Føgru orðini og lyftini hava onga sum helst veruliga broyting við sær fyri tey, ið ikki hoyra, og eru noydd at samskifta við teknum.

 

Serfrøðinganevnd Sameindu Tjóðar kunngjørdi herfyri sínar niðurstøður, eftir at føroysk umboð, sum lutur í donsku sendinevndini, høvdu verið til hoyringar í Genéve. Føroyar verða bæði róstar og hartaðar, og serliga beit eg merki í, at nevndin fílíst á, at teknmál framvegis ikki er viðurkent sum móðurmál, og at deyvir og tunghoyrdir føroyingar framvegis ikki hava sømuliga atgongd til Kringvarp Føroya.

 

18. desembur í 2007 greiddi Málstevnunevndin úr hondum uppskot um almennan málpolitikk. Frágreiðingin, ið ber heiti Málmørk, staðfestir á fyrstu síðu, at ”Yvirskipaði málpolitikkurin skal tryggja øllum borgarum rættin til mál t.e. rættin til tjóðarmál, móðurmál og fremmandamál, herundir rættin til teknmál.” Eisini kom Málstevnunevndin við tilmæli um, at játtast skuldu 250.000 kr. til at seta nevnd, ið skuldi ”skipa og útgreina støðuna hjá føroyskum teknmáli og gera tilmæli”

 

Hendan nevndin varð tó ongantíð sett, og politiska skipanin hevur snøgt sagt onki gjørt við málið síðani, hóast Málstevnunevndin í sínum viðmerkingum staðfesti, at ”Umráðandi er, at bøtt verður um umstøðurnar hjá teknmáli at verða ment í samsvari við menningina í samfelagnum sum heild, eisini við tí fyri eyga at gera hetta mál meira alment viðurkent og atkomuligt.”

 

Lætt og ókeypis at gera mun

At fáa økt játtanina til arbeiði við teknmáli er eitt longri og drúgvari stríð. Men at gera mun er í hesum føri sera lætt og enntá ókeypis. At geva teknmáli ta viðurkenning, tað hevur uppiborðið, og at staðfesta, at teknmál er móðurmál teirra deyvu, krevur einans eina lítla broyting í lógini um málráð.

 

Tá ið danska andstøðan legði uppskot fyri Fólkatingið um at staðfesta støðuna hjá teknmáli sum móðurmál, so var hetta gjørt í einum einføldum uppskotið, ið einans var ein einstøk regla. Ein paragraff, ið skoytt var upp í verandi lóg um Dansk Sprognævn, ið er danska málráðið. Hendan paragraffin staðfestir, at ”Dansk Sprognævn skal tilsvarende særskilt følge udviklingen i dansk tegnsprog”. Einfalt og lætt. Ein kann siga, at við einum pennastroki fekk teknmál viðurkenning sum móðurmál teirra deyvu í danskari lóggávu.

 

Tá ið uppskotið kom aftur í Fólkatingið eftir nevndarviðger varð tó enn eitt ískoyti lagt afturat, ið ásetti, at heldur enn at áleggja Dansk Sprognævn at fylgja við teknmálsmenningini, so skuldi Dansk Tegnsprogråd, altso eitt teknmálsráð, setast á stovn undir verandi málráð. Hetta fyri ikki at blanda málini bæði saman, og fyri at tryggja, at øll ekspertisa í teknmáli varð savnað á einum stað.

 

Øll norðurlond viðurkenna teknmál

Við samtyktini av fólkatingslógaruppskotið nr. 61 hevur Danmark, sum tað seinasta av norðurlondunum, viðurkent teknmál sum móðurmál teirra deyvu.

 

Í grein 3 í íslendsku mállógini, ið varð samtykt í 2011, verður skrivað soleiðis (egin týðing): ”Íslendskt teknmál er fyrsta mál hjá teimum, ið tørva tað til samskifti, og børnum teirra. Stjórnin skal styðja og menna teknmál.” Víðari í grein 7 verður skrivað: ”Ráðharrin skal velja Teknmálsráðið. (...) Leikluturin hjá íslendska Teknmálsráðnum er at ráðgeva stjórnini í teknmálsspurningum, eins og at styðja og menna teknmál og nýtslu av teknmálið í gerandisdegnum.

 

Eisini í hinum grannalondunum er teknmál viðurkent. Bæði í Finnland og Svøríki eru teknmálsráð (Lag om Institutet för de inhemska språken og Förordning med instruktion för Institutet för språk och folkminnen), og í Noregi hevur Kulturdepartementet eisini álagt norska málráðnum at fylgja við menningini av norskum teknmáli.

 

Handling. Ikki bert orð og lyfti!

Hóast hetta málið er eitt sindur persónligt fyri meg – eg havi ein deyvan mammubeiggja og eina deyva mostur, ið hevur deyvan mann – so haldi eg tað vera heilt eyðsæð, at deyv hava verið við skerdan lut í politisku skipanini seinastu árini.

 

Hóast landsins stjórn, í sáttmála við almenna Kringvarp okkara, hevur bundið seg til at veita eina so grundleggjandi tænastu, sum at einaferð hvørt fjóðra ár geva teimum deyvu innlit í,  hvat tey, ið bjóða seg fram at stjórna landinum hava at siga, so vantar tulkur aloftast, tá ið á stendur. Tá ið borgararar ikki fáa høvi til, á upplýstum grundarlag, at taka støðu í fólkaræði okkara, tá eiga onkrar klokkur at ringja!

 

Tað skal tí vera mín inniliga vón, at nú skjøtil er settur á nýggja tingsetu, so broytir eitt samt Løgting lógina um málráð, soleiðis at vit, eins og hini norðurlondini, viðurkenna teknmál sum móðurmál teirra deyvu.

 

Vit bardust hart og leingi fyri rættindunum at tosa føroyskt, og at fáa føroyskt viðurkent sum tjóðarmál okkara.

 

Tey deyvu berjast enn. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.