- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarfestivalurin er byrjaður

Fyri løtu síðan fóru tey bæði Ingibjørg og Rani á pallin á Torginum og opnaðu harvið festivalin. Nakrir av festivalgestunum standa framman fyri pallin, aðrir fara gangandi framvið við taskum ávegis móti tjaldingarøkinum. Sólin skýnur og hýrurin er í topp.
Nógv er á skránni hesar tríggjar dagar festivalurin er. Tá Ingibjørg og Rani eru farin av pallinum í kvøld, trínir bólkurin Marius á pallin í Vertjaldinum. Kl. 22.30 byrjar so høvuðsnavnið á ársins Summarfestivali, teir vælumtóku Twisted Sister, á stóra pallið.
Fríggjakvøldið er tað tann danski Burhan G, sum er á skránni. Hann spælir á stóra palli kl. 21.30 beint eftir Eyðun og Terja. Dynamit enda fríggjakvøldið á júst sama palli.
Leygarkvøldið bjóðar skráin okkum millum annað Eivør, sum á fyrsta sinnið er á Summarfestivalinum. Hon spælir á Vágsbøi kl. 19.15. Síðan er tað Halleluja-Sofus, sum er á skránni. Signar í Homrum endar festivalin í Vertjaldinum kl. 03.
Eisini eru tiltøk til børnini á festivalinum. Millum annað bjóðar Silvaland børnunum undirhald við Angelu og klovninum Hannibal fríggjadagin kl. 17.00.
Gott lív á tjaldingarøkinum
Við slagorðinum ’Don’t worry be happy’ bjóðar tjaldingarøkið uppá undirhald, prát og ikki minst ball. Fleiri telt vórðu longu sett upp í gjár, men teir seinastu tímarnar eru enn fleiri tjøld komin upp at standa. Hýrurin er góður. Fólk hava funnið sær festivalstólarnar fram og sita og práta uttanfyri tjøldini. Smáar gøtur eru lagdar, so tað er lættari hjá fólki at ganga frá tjald til tjald. Nakrir av vegnum hava enntá fingið nøvn so sum ’Highway to hell’ og ’Abby Road’.
Í hjartanum av tjaldingarøkinum er tipitjaldið, har møguleiki er at keypa sær okkurt at eta og drekka.
Teir heitu pottarnir
Pottarnir hava eisini funnið sær vegin fram á Summarfestivalin. Teir hava tey seinastu árini staðið við Gøtusand á G!-festivalinum og hava verið ógvuliga væl umtóktir. Nú standa teir so beint við tjaldingarøkið á Summarfestivalinum og eru klárir, skuldi onkur fingið hug til at slappa av í boblandi hita.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |