- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flyta til Danmarkar: Her eru sjey góð ráð
Melda flyting
Tað fyrsta á listanum er at melda flyting. Hetta gert tú á Borgerservice í tilflytingarkommuni. Við tær skalt tú hava pass og skjalprógv. Tvær vikur seinni fært tú eitt heilsukort (sundhedskort) sendandi, har títt danska p-tal (cpr nr.) er upplýst. Sum føroyingur skalt tú tó biðja um at fáa p-talið upplýst samstundis við, at tú meldar flyting á Borgerservice. Hetta tí, at tað skal brúkast til at søkja um SU.
NemID
Búsetir tú seg í Danmark slepst næstan ikki undan NemID. NemID er eitt lyklakort, sum tú nýtir fyri at kunna senda persónligar upplýsningar til ymsar stovnar umvegis netið.
Tá tú hevur fingið danska p-talið, skalt tú eisini biðja um at fáa NemID. Hetta gert tú eisini á Borgerservice í tilflytingarkommunini, og eisini her er neyðugt at hava pass og skjalprógv.
SU
Fært tú av einari ella aðrari orsøk ikki hendur á p-talinum beinanvegin ber til at søkja SU við at senda ein mail til SU@uds.dk. Í teldupostinum upplýsir tú tín ríkisborgarskap, títt útbúgvingarstað og tín bústað. SU sendir tær síðan tað tilfar, tú hevur tørv á.
Skattur
Tá tú flytur til Danmarkar er neyðugt at fyribils skráseta teg hjá SKAT. Her skalt tú upplýsa hvørja inntøku, tú væntar at hava í árinum – altso til og við 31. desembur. Hevur tú fingið NemID, so kanst tú gera tað umvegis heimasíðuni www.skat.dk. Annars er møguligt at skriva ella ringja til SKAT og skráseta teg tann vegin. Verður hetta ikki gjørt, verða 55% trekt í skatti av tínum SU.
Bústaðarviðurskiftið
Nógvir føroyingar flyta til Danmark uttan at vita, hvar tey skulu búgva. Ofta er eitt yvirlit yvir íbúðarmøguleikum at finna á heimasíðuni hjá tilflytingarkommununi. Bíðitíðin er tó ofta long, og tí kann í fyrstanini verða neyðugt at leiga privatíbúðir ella at fáa kamar í sambúgvum. Slíkt verður ofta lýst á www.dba.dk ella í ymsum bólkum á facebook. Eisini er møguligt at hyggja í dagbløðini og lokalavísir.
Ert tú búsitandi í Keypmannahavn, so ber til at seta seg á ein akutlista til lestraríbúðir gjøgnum heimasíðuna www.kollegierneskontor.dk. Freistin í ár er 31. august.
Fíggjarætlan
Depositum, bøkur, almen ferðsla, matur og møblar – at flyta er dýrt. Tí er ofta neyðugt at leggja sær eina fíggjarætlan, so tú fært eitt yvirlit yvir, hvussu nógvur peningur er eftir til t.d. mat og almenna ferðslu. Hetta kann gerast á heimasíðunum hjá ymsu bankunum ella við at seta seg í samband við ein kundaráðgeva.
Almenn ferðsla
Hevur man langa leið millum skúla og bústað kann vera neyðugt at nýta almenna ferðslu – metro, bus, tok o.s.fr. Júst hetta umráði fer ofta við einum fittum parti av fíggjarætlanini. Fyri at spara so nógvan pening á umráðnum, sum yvirhøvur gjørligt, er neyðugt at seta seg inn í ymsu takst-umráðini, og tær ymsu avsláttarskipanirnar, sum finnast til lesandi í Danmark. Hetta gert tú á heimasíðunum hjá ferðslufyritøkunum fyri títt umráði. M.a www.dsb.dk og www.nordjyllandstrafikselskab.dk.
Myndir: Gunnhild Persson
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |