- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valfundur í Keypmannahavn í morgin
Løgtingsvalið nærkast og í tí sambandi skipar MFS fyri politiskum pallborðsfundi í Føroyahúsinum. Pallborðsfundurin verður í morgin, 22 august, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn á Vesterbrogade.
Umboð fyri allar politisku flokkarnar fara at siga frá sínum sjónarmiðum og at kjakast um útbúgvingar-, heilsu-, og sosialpolitikk umframt haldføri í føroyska búskapinum.
Umboðini eru:
Hanus Samró, Fólkaflokkurin
Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin
Rúna Sivertsen, Nýtt Sjálvstýri
Kristina Háfoss, Tjóðveldi
Ruth Vang, Framsókn
Vilhelm Hendrik í Skálanum, Miðflokkurin
Umboð fyri Sambandsflokkin verður kunngjørt seinni
Umframt kjak verður eisini møguleiki at brævatkvøða á staðnum. Men minst til samleikaprógvið!
Dyrnar lata upp kl. 19 og sjálvt tiltakið byrjar kl. 20. Ert tú ikki staddur ella stødd í Keypmannahavn, so ber til at fylgja við beinleiðis á kvf.fo.
Les eisini: Filmsbrot: Kjak um hjúnabandslógina
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |