Terji Rasmussen: Hetta er øgiliga seriøst!

Terji Rasmussen: Hetta er øgiliga seriøst!
Í ramasta álvara sita teir nógvu tónleikarnar á bonkinum og drekka øl og roykja sigarett, meðan teir spentir hyggja eftir dystinum, sum aðrir tónleikarar spæla.
28.07.2014 - 17:45

Aftur í ár spæla nógvir av føroysku tónleikaranum fótbóltsdyst. Í ár verður spælt á Tórsvølli, vanliga plagar at verða spælt í Nólsoy. Fitt av áskoðarum eru komnir og onkur trumma er at hoyra viðhvørt. 

 

Tiltakið er fyri at fáa tónleikarar saman til eitt hugnaligt og sosialt høvi. Vanliga plagar teir at møtast í tónlistarligum høpi, men hetta fær teir onkursvegna at savnast á ein øðrvísi hátt.

 

Á vøllinum tuska tónleikarnir aftur og fram, aðrir duga betri at handfara bóltin enn aðrir, men tó er eitt vist, at hetta er ramasti álvari. 

 

- Hetta er øgiliga seriøst! Hetta er nakað vit arga hvønn annan við alt ári, sigur Terji Rasmussen. Hann tykist at vera eitt sindur nipin, av tí hann og hansara lið, sum eitur "30+" ári, júst hava tapt.

 

Undir dystinum hevur Terji verið øgiliga ivrigur, og annars verið sera góður heppari, tó so at hansara lið tapti. Terji skundar sær at leggja afturat, at teir vóru nógv betri seinna hálvleiki. 

 

Petur Háberg er úr sama liði sum Terji. Hann er eisini øgiliga skuffaður, og vísir á málmannin hjá mótstøðuliðnum, Jákup Wardum, sum totalt er psykopat, av tí hann nærmast bjargaði øllum málum

 

- Men fyri at vera eitt sindur tekniskur, so var tað serliga seinni hálvleikur, ið gjørdi, at tað gekk so galið hjá okkum. Menn vóru ikki har, sum teir skuldu vera. greiðir Petur Háberg frá.

 

30+ komu tó betri fyri seg í seinna hálvleiki, har teir fingu nógvar mál møguleikar, tó scoraðu teir ov lítið.

 

Pætur Zachariassen er ein úr liðnum "undir 30". Teir hava júst vunnið og hann er øgiliga glaður. Í byrjanini var mótstøðuliðið á odda, men so brádliga gekk tað betur og betur hjá "undir 30". Teir spældu nøkurlunda javnt, men í ár vóru "undir 30" munandi betri.

 

- Hetta er øgiliga umráðandi fyri okkum, allarhelst tann umráðandi dysturin í árinum - okey, kanska HM final er meira umráðandi. 

 

Undir dystinum varð drukkið eitt sindur øli.

 

- Vit drekka bara øl, tað er ikki loyvt at hava vatn við, sigur Pætur Zachaiassen

 

 

Síggj myndir frá dystinum niðanfyri - myndirnar hevur Sonja Wang Hansen tikið

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.