Føroyar – Portugal: Lærarar í Hoydølum tippa

Føroyar – Portugal: Lærarar í Hoydølum tippa
Røddin hevur spurt fýra lærarar í studentaskúlanum í Hoydølum, hvat tey vænta av dystinum millum Føroyar og Portugal
09.10.2016 - 12:30

Rannvá Holm

Rannvá undirvísir í týskum og religión.

 

Tippar: 0-5 til Portugal.

 

Rannvá væntar eitt stórtap til føroyska landsliðið.  

 

- Er hasin har Ronaldo ikki nokk so góður?! ;-)

 

 

Bjørn Krog

Bjørn undirvísir í søgu og ítrótti.

Tippar: 1-1.

 

- Næst seinasti dystur endaði við málleysum javnleiki móti Ungarn. Hetta var kanska tann best spældi dysturin hjá føroyska landsliðnum nakrantíð. Eg vænti og vóni eitt líka gott avrik ímóti Portugal. Harafturat kunnu vit vænta, at europameistararnir úr Portugal undirmeta Føroyar, og tað er ein fyrimunur hjá okkum. 
 

 

 

Birgit Remmel

Birgit undirvísir í týskum, sponskum og latín.

 

Tippar: 1-2 til Portugal.

 

Hóast Portugal eru europameistarar og stórfavorittar til dystin, so væntar Birgit ikki, at portugisarnir fáa nakra lætta uppgávu.



- Eg haldi, at Portugal hava lyndi at undirmeta smáar tjóðir sum Føroyar, og tí vænti eg ikki, at teir fara at vera mentalt “on” ímóti Føroyum.
Tá føroyingar spæla, geva teir seg altíð 100%. Tað gera portugisar ikki móti smáum tjóðum sum Føroyar, og tað er har, vit hava ein stóran fyrimun. Hetta skulu vit royna at gagnnýta okkum 100% av.

 


 

Sámal Soll

Sámal undirvísir í enskum.

 

Tippar: 2-1 til Føroyar.



- Eg vænti, at Føroyar vinna dystin, hóast eg má viðganga, at eg veit abso-babso-lutt einki um fótbólt. Men eitt kann eg tó reypa mær av; eg vann eina Facebook-kapping hjá Okkara um at tippa rætta úrslit til HM ’16. Eg tippaði rætt í einum dysti hjá Íslandi og vann 10 øl. Fyrsta og einasta Facebook-kapping, eg havi vunnið. So mítt vinnaraprinsipp, tá tað kemur til at tippa, er altíð at tippa tað úrslitið, sum tú sjálvur vilt hava heldur enn tað, sum tú heldur er fornuftigast. Tí tippi eg 2-1 til Føroyar. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.