Hetta kanst tú gera, um tú ikki ert á G!

Hetta kanst tú gera, um tú ikki ert á G!
Tú noyðist ikki at sita heima og keða teg, bara tí tú ikki ert á G!. Røddin hevur kannað, hvat sker um vikuskiftið
18.07.2014 - 20:45

Spæl gekk við Rudolfi!

 

 

Ì kvøld stendur Rudolf við gekkahjólið fyri fyrstu ferð í 9 ár. Gekkurin byrjar klokkan 19.45, og høvuðsvinningurin í kvøld er 300.000 krónur.

 

Seinasta freistin at keypa gekk var klokkan 19.00. Men náddi tú ikki at keypa, kanst tú ringja til ommu tína og vita, um hon ikki hevur ein til yvirs.

 

 

Filmkvøld í Kringvarpinum

 

Keyp tær sodavatn og poppkorn og tendra fyri sjónvarpinum. Kringvarpið vísur tveir góðar filmar.

 

Klokkan 20.30 kanst tú síggja filmin Awakenings við Robert De Niro og Robin Williams. Síggj treylaran her!

 

Og klokkan 23.30 kanst tú síggja ræðufilmin The Wolfman við Anthony Hopkins og Emily Blunt. Síggj treylaran her!

 

 

Tjalda í góðveðrinum

 

Veðurforsøgnirnar lova gott veður um alt landið í vikuskiftinum. So hóast tú ikki ert nærhendis Syðrugøtu, kanst tú saktans taka tjaldið og soviposan undir armin og fara ein góðan, gamaldags tjaldingartúr í góðveðrinum.

 

Àðrenn tú fert at tjalda, kanst tú hyggja eftir videoblogginum hjá Vár og Niklas, sum fóru tjaldingartúr til Oyragjáar í fjør.

 

Laksatorg í Runavík

 

Leygardagin skipar Runarvíkar Kommuna fyri laksa- og sølutorgi. Tað ljóðar kanska eitt sindur moðið, men eftir skránni at døma, fert tú ikki at keða teg, um tú fert ein túr.

 

Tú kanst millum annað smakka frískan laks og keypa teg fátækan á sølutorginum. Klokkan 14.00 kanst tú eisini hoyra Kára Sverrison við bólki. Til børnini er tombola, andlitsmáling og ponyríðing.

 

Tiltakið er frá klokkan 10.00 til 16.00, og skránna finnur tú her!

 

Et á spildurnýggjari matstovu í Havn

 

Fekk tú ikki nokk av fiskinum á laksatorginum, kanst tú fara ein túr til Havnar og vitja nýggju fiskamatstovuna, sum lat upp farna týsdag. Barbara Fish House borðreiður við forvitnisligum fiskarættum til ein rímiligan prís mitt í Havnini.

 

Síggj matskránna her!

 

Far aftur í 90’ini

 

Leitar tú eftir onkrum villari enn gekki og fiskatorgi, kanst tú fara í klubbagarðin leygarkvøldið og lurta eftir 90’aratónleiki. Dansistaðið Luux vil nevniliga royna at endurskapa CLUB20, og júst sum í gomlum døgum fer DJ Tummix at diska CLUB20 tónleik.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.