- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarskúli fyri ungar filmspírar
Navnið Nóllywood kemst av, at skeiðið fyrstu ferð varð hildið í Nólsoy, men í ár verður tað hildið á Háskúlanum í Havn. Luttakararnir búgva á skúlanum allar tíggju dagarnar, og øll útgerðin verður á staðnum.
Hendan fevnir m.a. um DSLR kamera, ein cinema camcorder, ljós- og ljóðútgerð og teldur við Premiere Pro.
Professionella frálæru
Luttakararnir fáa undirvísing frá útbúnum filmfólki, og undirvíst verður bæði í tí tekniska og tí kreativa.
- Summi elska at nørdast við tøknini, meðan onnur best tíma at fordjúpa seg við at skapa eitt manuskript burtur úr einum hugskoti. Luttakararnir læra at gera alt sjálvi: skriva søguna, finna lokation, finna leikarar, skaffa klæðir, skriva storyboard, taka upp, klippa, gera ljós, ljóð, trailarar og so sjálvandi sýna filmarnar til endans.
Orðini eigur Rógvi Rasmussen, ið er ein av fyriskiparunum. Hann hevur arbeitt við filmi í átta ár og hevur lokið fimm ára útbúgving innan film og sjónvarpsframleiðslu. Umframt at hava arbeitt fyri DR2, Kanal 4, Kringvarpið og íslendskt sjónvarp, hevur hann verið við at framleitt eitt hópatal av føroyskum filmum, videoløgum og reklamum.
Frumsýna í Havnar Bio
Allir luttakararnir verða eggjaðir at hava eitt hugskot klárt til skeiðið, og síðan verður arbeitt víðari við teimum. Luttakararnir velja síðan tey tvey, sum tey vilja gera til film á hesum skeiðnum. Tveir bólkar framleiða hvør sín film, og sum nakað nýtt verða teir frumsýndir í Havnar Bio, tá skeiðið er liðugt.
- Onkur hevur ongantíð arbeitt við filmi fyrr, men eru áhugað í at læra okkurt nýtt. Onnur hava gjørt film í langa tíð og vilja mennast enn meira. Av tí at vit eru so fá, so kunnu vit hjálpa hvørjum einstøkum at víðka sín sjónarring og koma út úr sínari ‘comfortzone’.
Um dagin stendur undirvísing og filmsframleiðsla á skránni, men onkur kvøld verða eisini ymiskir fyrilestrar. Í fjør fekk filmskúlin vitjan av m.ø. Heiðriki av Heygum, Sakaris Stórá, Ingerð Jønsson og Rakel Helmsdal.
- Í ár fara vit aftur at fáa professionell fólk at læra frá sær, so fatanin av filmsframleiðslu fevnir víðari enn bara at skriva, filma og klippa. Øll fara frá skeiðnum við meira vitan, enn áðrenn tey komu.
Skeiðið kostar 2000 kr, har alt er íroknað. Tilmelding fer fram á klippfisk@klippfisk.fo áðrenn 1. juni, og pláss er fyri 16 luttakarum. Málbólkurin er 14 – 18 ár, men eldri ella yngri eru vælkomin at spyrja, um pláss er. Vitja Facebook síðuna hjá Nóllywood her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |