- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filmslistafólkið velur yndisfilmar
Black Swan
Leikstjóri: Darren Aronofsky
Ár: 2010
Mál og land: enskt og USA
Longd: 108 minuttir
Tá eg verði spurd, hvør mín yndisfilmur er, hugsi eg beinanvegin um psykologiska thrillaran Black Swan. Tað er allarhelst, tí hetta er ein filmur, ið rúmar øll tey temu, eg sjálv eri so bergtikin av – bæði sum menniskja og sum filmsskapari.
Eitt sindur um filmin
Filmurin snýr seg um balletdansarinnuna Ninu Sayers, ið skal dansa leiklutin sum svanadrotningin í nýtulkingini av ballettini ‘Swan Lake’. Hesa ferð skal dansarinnan framføra bæði hvíta og svarta svanin. Fyri Ninu, ið er hvít og rein sum eitt barn, verður hetta ein ónd og myrk tráan eftir at dansa svarta svanin lýtaleyst. Hetta førir til, at Nina eisini sjálv gerst myrkari og nærkast svarta svaninum.
Hví dámar tær júst hendan filmin?
Aronofsky er eminentur í sínari persónsleikstjórn. Serliga Natalie Portman skilir seg burtur úr heildini, tó at allir leikararnir eru framúrskarandi. Hóast eg havi sæð Black Swan óvanliga ofta, er tað hvørja ferð ein serlig uppliving. Fyri meg er tað júst hetta, ein filmur skal kunna: at geva hyggjaranum eina nýggja uppliving hvørja ferð. Fantastiskur filmur!
Moulin Rouge
Leikstjóri: Baz Luhrmann
Ár: 2001
Mál og land: enskt og USA/Avstralia
Longd: 127 minuttir
Eg havi altíð elskað alt, sum eitur musikal- og teknifilmar, serliga Disney klassikarar! Men eg kann ikki velja millum Disney klassikararnar, tí har eru so nógvir góðir. Tí havi eg avgjørt at velja ein sangfilm, sum fyri meg hevur eitt heilt serligt pláss.
Eitt sindur um filmin
Filmurin snýr seg um yrkjaran Christian, ið kemur til París. Saman við sínum nýggju vinum vil hann gera eina framførslu í náttklubbanum Moulin Rouge við stjørnuni Satine úr náttklubbanum í høvuðsleiklutinum. Framførslan og filmurin snúgva seg um tvey, ið ynskja at vera saman, men hetta ber ikki til orsakað av einum triðja persóni. Hetta er ein filmur um frælsi, øvundsjúku og kærleika. Eisini er kenda sitatið úr filminum vert at nevna: “The greatest thing you'll ever learn is just to love and be loved in return”.
Hví dámar tær júst hendan filmin?
Hóast filmurin snýr seg um tað sama sum 99% av øðrum filmum, haldi eg, at Moulin Rouge viðger kærleiksevnið humoristiskt og á sera vakran hátt. Myndasíðan, búnar, leiktjøld og sjónleikurin eru øll óalmindiliga gjøgnumførd. Ein fantastiskur filmur!
Nymphomaniac Vol. I + II
Leikstjóri: Lars von Trier
Ár: 2013
Mál og land: enskt og Danmark/Týskland/Belgia/Bretland/Frakland + Svøríki
Longd: 117 minuttir/145 minuttir (óklipt) + 123 minuttir/180 minuttir (óklipt)
Eg síggi nógv upp til fleiri av okkara dugnaligu, donsku leikstjórum. Serliga er Lars von Trier ein av mínum størstu leikstjórafyrimyndum. Hóast kvinnulýsingarnar í filmunum hjá honum ofta eru á markinum til at vera niðurgerandi, haldi eg tó, at hann megnar at gera tær erligar, skeivar og sterkar. Serliga hevur seinasti filmur hansara Nymphomaniac Vol. I + II gjørt stórt inntrykk á meg.
Eitt sindur um filmin
Filmurin byrjar við, at ein eldri maður finnur høvuðspersónin, Joe, ið er bukað av. Hann tekur Joe við sær heim, og har fortelur hon honum sína søgu heilt frá tí, hon var lítil. Hennara søga snýr seg um at vera nymfomanur.
Hví dámar tær júst hendan filmin?
At viðgera tað at vera bundin av sex, kann næstan bara ganga galið og antin blíva ekstremt vulgert, óætlað komiskt ella bara tragiskt. Men sum tað geni hann er, fær Trier á onkran hátt tikið alt tað vulgera burtur og givið filminum humor soleiðis, at filmurin ikki gerst so tungur at hyggja at.
Sum við øllum øðrum filmum hjá Trier, er persónsleikstjórnin einanstandandi. Frásøgnin í filminum hevur fleiri løg, og vit síggja bæði nútíð og eftirtíð. Umframt hetta, so vísir Trier metaforarnar, ið tosað verður um, og hetta er nakað, sum eg haldi ger filmin heilt serligan og ótrúliga vakran.
Filmurin hevur uttan iva gjørt stórt inntrykk á meg og fer at hava ávirkan á element í komandi filmininum hjá mær. So takk, Trier!
Les eisini:
Hvørjum filmum hyggja ung, føroysk filmslistafólk at - Andrias Høgenni
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |