Fjeppara-panelið: 27. umfar

Ovast frá vinstru: Jógvan Martin, Hallur, Trygvi og Heri. Niðast frá vinstru: Áki, Hans Petur, Tóri og John.
Fjeppara-panelið: 27. umfar
Aftaná dystir hava verið í vikuskiftinum í Premier League, eru fjeppararnir hjá Röddini klárir við sínum viðmerkingum til sítt lið.
24.02.2014 - 02:45
So fór 27. umfar eisini aftur um bak - lesið viðmerkingarnar hjá fjepparunum her! 
 
 
Manchester City – Stoke City: 1-0

Jógvan Martin Davidsen, Manchester City:

 

- 3 stig í bankan er tað, sum telur… Ikki ein serliga spennandi dystur at hyggja eftir. Stoke seta seg aftur at verja og leikararnir hjá City sóu út til at vera troyttir og tungir, men sum sagt, 3 stig er tað, vit skulu hava, og tað er tað, vit fingu. Annars er nógv, sum man kann skriva um dystin: Jovetic er aftur skaddur, Negredo kemur ikki fyri seg frá sínum skaða, og Dzeko var gýsuligur hendan dystin! Men øll hava lov til at hava ein vánaligan dyst nú og tá. So mann kann ikki vera annað enn glaður fyri 3 stig, so enn einaferð: allez le blue!

 

 

Crystal Palace – Manchester United: 0-2

Tóri Rasmussen, Manchester United:

 

- Hóast United endiliga vunnu, var tað ikki nakað succes upplivilsi – ikki fyrrenn hol kom á í øllum førum. United høvdu nógv óneyðug bólttap, og teir spældu seg ikki fram til teir stóru møguleikarnar. Hetta komst nokk av, at hinir lógu so langt afturi, og tí bleiv tað ein heldur keðiligur dystur at hyggja at. Har kom tó glið á spælið aftana brotssparkið, og eftir tað spældi United fínan fótbólt. Dagsins maður má vera De Gea, tí hann hevði fleiri refleks bjargingar, sum bjargaðu United dystin! Super at fáa 3 stig, og tað er tað viktigasta hóast alt!

 

 

Liverpool – Swansea City: 4-3

Trygvi Absalonsen, Liverpool:

 

- Tað hevur ikki verið gott fyri sálina at sæð Liverpool teir síðstu tveir dystirnar. Trý kærkomin stig á kontoina móti einum vælspælandi Swansea liði. So kann man snakka um hvussu vánalig verjan er, men sum Keegan einaferð tók til: "It doesn't matter how many we concede, as long as we score one more than you"! Nú eru 6 stig niður til Tottenham, so top 4 sessurin er í øllum førum tryggjaður tey næstu 2 umførini! YNWA!!

 

 

Newcastle United – Aston Villa: 1-0

Hans Petur Brekkstein, Newcastle:

 

- SODAN!! Hamarin fall í 92'inda minutti!! Loic Remy, ið hevur verið leikbannaður í tríggjar dystir, var aftur á plettinum og sendir Newcastle á sigurskós aftur. Meðan hann hevur verið leikbannaður, hava Newcastle ikki megnað at fingið bóltin í netið – hetta vísir, hvussu týdningarmikil hann er fyri liðið. Hevði Newcastle verið eitt sindur skarpari, so høvdu vit vunnið sannførandi, men tá mann ikki skorar uppá 100% kjansir, so er ikki lætt. Nù ræður um at koma í ein góðan stima, og hála okkum uppeftir talvuni. Næsti dystir er leygardagin ímóti Hull, hann skal vinnast! HWTL!!

 

 

Chelsea – Everton: 1-0

Heri Berg Jespersen, Chelsea:

 

- Eitt sera vánaligt avrik av okkara leikarum! Hetta var ein av døgunum har einki riggaði og spælið var so at siga elendigt! Sjálvt um leikarar sum Lampard ikki raktu dagin, so valdi Mourinho at halda hann inni, sum eisini bleiv avgerandi í síðstu løtu! Top of the league!

 

 

Hallur Kranzz, Everton:

 

- Enn einaferð spæla Everton ein fínan dyst á tí møguligani allartorførasta staðnum at vitja av teimum øllum í Premier League. Men sum í seinastu dystunum, er enn sami trupulleikin; áleypari manglar!! Nú má alvorliga venda koma í, um Everton ætlar sær at spæla Europeiskan fótbólt komandi kappingarár. COYB!!

 

 

Arsenal – Sunderland: 4-1

Áki Dam Egholm, Arsenal:

 

- Hatta var ein sera kærkomin sigur, og mann má siga, at tað bleiv eisini gjørt við maner. Ein deiligur felags innsatsur, ið mann ikki hevur sæð uppá tað seinasta, tá Arsenal hevur spælt, tí tað var 3 stig, allir mans áttu ein part í. Serliga má eg taka hattin av fyri Giroud, sum hevur verið úti fyri nógvari keðiligari umrøðu í miðlunum. Eg haldi tað er flott, at hann allíkavæl klárar at spæla ein so góðan dyst, har hann skorar 2 mál og leggur upp til flotta málið hjá Rosicky. Um mann skal finnast at nøkrum, so er tað, at kvaliteturin fall eitt sindur í seinna hálvleiki, men tað ger ikki so nógv, tá ið mann førir 3-0 í hálvleikinum.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.