Gilli skorar til 1-0 fyri Aab

Gilli skorar til 1-0 fyri Aab
Í dag skoraði Gilli Sørensen fyri nýggja lið sítt, AaB. Donsku AaB-fjeppararnir eru væl nøgdir við unga føroyska leikaran!
24.01.2014 - 15:30

Tvøramaðurin Gilli Sørensen legði Aab á odda 1-0 í vinadystinum í dag móti AC Horsens. Longu í 11. minutti setti Gilli bóltin í málið.

 

Dysturin varð spældur klokkan 13 føroyska tíð í dag. Bæði Gilli og Hallur Hansson byrjaðu inni í dag, og báðir spældu ein góðan dyst.

 

Aab-fjepparar eru sera væl nøgdir við føroyska Gilla, og hetta varð í dag skrivað um hann á eini fjepparasíðu hjá teimum:

 

- Færøsk træningskegle ophøjet til verdensmester efter 12 min. i en træningskamp! Debatsiden forlanger øjeblikkelig forlængelse med stor-talentet!

 

Hyggur mann eftir øðrum viðmerkingum á Facebook-síðu teirra sæst, at hann verður róstur nógv, og fólk siga, at hann skal nokk blíva góður, meðan onnur supplera við, at hann longu er góður.

 

Aab vann dystin 2-0, og annað málið skoraði Lukas Spalvis.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.