Heimsins besti verður kosin í kvøld

Heimsins besti verður kosin í kvøld
Hvør er besti fótbóltsleikari í heiminum - Messi, Ronaldo ella Ribery? Tað fáa vit staðfest í kvøld klokkan 18:30.
13.01.2014 - 16:30

Í kvøld verður heimsins besti fótbóltsleikari kosin. Hesin heiður stendur til at fara til antin Lionel Messi, Cristiano Ronaldo ella Franck Ribery. Fyrstnevndi, Messi, hevur vunnið sokallaða "Ballon d'Or" virðislønina fýra ferð á rað seinastu árini. Argentinski Messi toppar í løtuni, og hóast hann ikki hevur skorað eins nógv mál sum Ronaldo, meta ekspertar, at hann hevur fortjent heiðurin.

 

Ronaldo hevur havt eitt framúr ár í 2013. Hann hevur skorað 66 mál í 56 dystum, og hetta er ein stór grund til, at hann av nógvum verður mettur at klára at vinna virðislønina. Sjálvur hevur hann úttalað seg um, at hann hevur uppiborið tað, tí hann hevur klárað seg so væl í ár.

 

Ribery hevur eisini staðið seg sera væl í ár í Bayern München. Hann hevur bæði vunnið týska meistaraheitið, týsku steypakappingina og Champions League. Sovorðnir titlar viga nógv í metingini um Ballon d’Or.

 

Har verða eisini handaðar virðislønir til heimsins besta kvinnuliga leikara og ársins venjara í kvøld.

 

Handanin verður í kvøld klokkan 18:30 í býnum Zürich, sum liggur í Sveis.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.