- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orka ávegis við nýggjari fløgu
Í løtuni situr Jens L. Thomsen, tónlistarligi heilin handan Orka, í sínum studio í London og biksast við fjórðu útgávuna, sum eftir ætlan skal koma út í vár. Tónleikurin hjá Orka hevur seinastu árini fingið stóra viðurkenning fyri at megna at bróta upp úr nýggjum, og komandi fløgan verður eftir øllum at døma ikki minni eksperimenterandi.
Á fjórðu útgávuni hjá Orka eru fleiri forkunnugir gestir, bæði føroyskir og útlendskir. Av føroyska tónleikapallinum luttaka Ólavur Jákupsson, Høgni Lisberg, Ása Wraae, Búi Dam, Hans Marius Ziska, Teitur, Sakaris Emil Joensen og Greta Svabo Bech.
Í ljóði fevnir útgávan somuleiðis víða. Helvtin av grundunum eru tiknar upp í einum týskum biografi frá undan krígstíðini og nakrar í einari kirkju í Sjibrandahuis í Hollandi. Síðani hevur Jens L. Thomsen lagt upptøkur inn frá øllum støðunum, hann hevur vitjað seinastu tvey árini – USA, India, Íslandi, Týsklandi, Fraklandi, Hong Kong, Grønlandi osv.
- Eg haldi, at nógv av London liggur í plátuni. Sæð við eygum úr Innan Glyvur møguliga, greiðir Jens frá. Meginparturin av útgávuni er gjørdur í studionum hjá honum í London.
Fløguna ljóðblandar hann saman við bólkinum LV úr Eysturlondon, sum í summar framførdi á G! festivalinum saman við Okmalunkoolkat. Eisini hava bretski William Nein og amerikanski Oktopus sett sín dám á útgávuna.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |