- Ætlaði at gera av við meg

- Ætlaði at gera av við meg
- Tá eg var átta ára gomul, vaknaði eg við kaldan dreym. Eg skilti nú, at eg allan mín barndóm var blivin kynsliga misnýtt, sigur Fía Ellingsgaard úr Miðvági
09.11.2015 - 23:45

Fía Ellingsgaard er 19 ára gomul og býr í Miðvági. Í gerandisdegnum arbeiðir hon úti á flogvøllinum sum barista.

Hóast hon er smílandi í dag, hevur hon ikki altíð havt góða orsøk at smíla. Barndómur hennara hevur verið merktur av kynsligari misnýtslu, happing og svik. 

 

- Eg havi altíð verið sera innilukkað og trupul at fáa samband við kensluliga. Eg hevði eisini góða orsøk til at vera innilukkað. Eg var næstan altíð einsamøll. Pápi sigldi, og mamma var ofta innløgd á sjúkrahúsinum saman við systur míni, ið var sjúk.

 

 

Upplivdi rasismu í skúlanum

Skúlagongdin hjá Fíu hevði ikki eina lætta byrjan. Fía er kvartur grønlendari, og hetta hoyrdi hon eisini fyri í skúlanum og varð illa happað orsakað av húðarlitinum. 

 

- Eg eri eitt sindur myrk í húðini, og hetta bleiv eg eisini illa happað fyri. Longu á ungum árum, fór mítt sjálvsálit í botn. Eg minnist eisini, at eg tordi sera illa í skúla.

 

Lága sjálvsálitið elvdi somuleiðis eisini til mistrivna. Mistrivnaðurin helt áfram, og hetta elvdi til, at Fía byrjaði at skaða seg sjálva.

 

 - Eg sat heima og skar í meg sjálva fyri at doyva kenslurnar, ið píndu. Tað var eisini tá, sjálvmorðstankarnar so smátt byrjaðu at koma. 

 

 

Varnaðist kynsliga misnýtslu

Tá Fía var átta ára gomul, vaknaðí hon við kaldan dreym. Hon skilti nú, at okkurt var farið fram, ið ikki átti at verið so. Happingin var ikki einasta orsøk til tungu tankarnar hjá Fíu. Trupulleikarnir gróvu djúpri. Øll barnaárini hevði Fía verið kynsliga misnýtt. 

 

- Tá eg var átta ára gomul, var tað veruliga, at tað gekk upp fyri mær, at eg varð blivin misbrúkt av einum í mínari familju. Tá eg veruliga fataði hetta, gjørdist alt alsamt verri.

 

Hóast Fía nú kendi orsøkina til dapru tankarnar, batnaði tunga lyndi hennara ikki. Tankarnir gjørdust alsamt tyngri og verri, og fyri einum ári síðani tók lívið eina vend. 

 

Greinin heldur fram eftir myndina

Fía Ellingsgaard - mynd: Martin.fo

 

 

Tað var hósmorgun klokkan seks, og Fía var ávegis til arbeiðis. Henda dagin kendist alt meira øðrvísi og løgnari enn áður.

 

- Tankin, um at hetta var mín seinasti dagur á lívi, mól runt og runt í høvdinum. Eg orkaði ikki meira.  

 

Fía orkaði illa at vera til arbeiðis hendan dagin, og tað sást aftur á arbeiðinum. Alt gekk verri enn vant. Klokkan bleiv 17, og endiliga fekk Fía frí. Hon avgjørdi beinavegin at fara biltúr við eini vinkonu. Tankarnir um at gera av við seg sjálva fyltu ikki minni. Hon var nú, enn meira enn áður, sannførd um, at hetta var tað rætta. 

 

- Tankin um at gera av meg sjálva gjørdist so stórur, at eg hugsaði, at eg mátti hava hjálp í stundini. Eg skrivaði til eina aðra vinkonu og greiddi henni frá mínum tonkum. Tíbetur kom hon á staðið beinanvegin og fekk tosað meg niður á jørðina aftur. 

 

 

- Læknavaktin tók meg ikki í álvara, tá harðast leikaði á

Vinkonan sá, hvussu illa fyri eg var, og gjørdi síðani av at ringja til læknavaktina. Viðkomandi, sum sat í læknavaktini, tók hetta ikki í nóg stóran álvara. 

 

- Læknavaktin segði, at alt nokk skuldi laga seg, og eg skuldi fara heim at leggja meg at sova. Tað ørkymlaði meg, men eg gjørdi, sum tey søgdu.

 

Fía fór tískil heim, men fekk tað ikki betur. 

 

- Eg orkaði ikki meira og breyt púrasta saman. Eg noyddist at fortelja onkrum alt. Eg so gjørdi. Eg avgjørdi at fortelja mammu ALT - eisini tað, at eg varð blivin kynsliga misnýtt, sum tá hevði staðið á í 10 ár.

 

Mamma var skelkað. Vit avgjørdu tískil at ringja til læknavaktina enn eina ferð. Hesa ferð varð tikið betur ímóti mær. 

 

 

Lívið gjørdist lættari

Lívið broytist eftir hesum degi til tað betra. Fía er í dag sterkari. Hon er ikki bangin fyri at tosa um sínar trupulleikar og kenslur, men hetta var ikki lætt at broyta, tí Fía hevði verið innilukkað í so mong ár. 

 

- Uttan mínar fantastisku vinkonur, hevði eg allarhelst ikki livað í dag. Tað eru tær, ið góvu mær hjálp á fyrsta sinni. 

 

Í dag tekur Fía heilivág fyri at fáa tað betur, og tað hjálpir eisini. 

 

- Sjálvandi eru summir dagar betri enn aðrir. Tó havi eg tað sum heild gott. Tá eg hevði tað verst, skrivaði eg ofta mínar tankar niður. Tá eg líti aftur á tað, eg havi skrivað, verði eg kedd um, at eg havi havt tað SO ringt. Men tað hjálpti at skriva tað niður og at opna seg fyri øðrum, sigur Fía Ellingsgaard at enda. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.