Jólatilboðsbløð broyta kynsrollurnar

Umvegis Kristeligt Dagblad
Jólatilboðsbløð broyta kynsrollurnar
Leikuhandlar í Danmark hava útgivið ársins jólatilboðsblað. Í blaðnum er ein mynd av einum smádreingi, sum spælir við dukkur. Hetta meina summi, er skeivt.
14.11.2013 - 17:45

Nú tað stundar til jóla, hava flestu húsini fingið jólatilboðsblaðið hjá BR og Toys "R" Us í postkassan. Í donsku útgávuni sæst ein drongur, sum spælir við eitt ljósareytt barbiehús og setur hárið hjá einari dukku.

 

Sum oftast plaga tað at vera gentur, sum spæla við dukkur og dukkuhús, men her er blivið vent um uppá kynsrollurnar. Í 2009 varð hetta evnið eisini problematiserað, har mann meinti, at tað var vanæra fyri bæði kynini at framstilla tílíkar stereotýpur.

 

Framleiðarin av reklamunum hevur við hesum ætlað at bróta tær siðbundnu kynsímyndirnar, so børnini sjálvi kunnu avgera, hvat tey vilja spæla við.

 

- Vit hava fyrr fingið kritikk fyri at vísa dreingirnar sum aktivir og genturnar sum passivar og uppá hendan mátan varðveita ímyndirnar av kynunum. Vit vilja vísa eina tíðarhóskandi mynd av mátanum, børn spæla uppá og ikki koyra tey í ótíðarhóskandi rollur, sigur Anne Dorthe Jørgensen við Kristeligt Dagblad.

 

Fyrrverandi almannaráharrin í Danmark, Benedikte Kjær, meinar at reklaman er ónatúrlig. Hon heldur, at mann skal skilja millum leikutøj og politikk.

 

- Leikuhandlarnir gera jú ikki nakað, uttan at tey skulu selja vøruna, og eg haldi, at tað er nakað tvætl at gera tað fyri at vera politiskt rættur. Reklamurnar skulu vera natúrligar, og mann skal ikki sjálvur byggja sær ein veruleika. Skulu dreingir og gentur so eisini hava sama hár og ílatast kynsneutralt? Eg haldi, vit skulu fagna ymiskleika, sigur Benedikte Kjær við Kristeligt Dagblad.

 

Eisini meinar Henrik Jensen, lektari á Roskilde Universitetinum, at hetta kann hava álvarsamar avleiðingar. Tað kann forvirra børnini, so tey enda í samleikatrupulleikum. Kynssosiologurin Cecilie Nørgaard er glað fyri at eitt kjak er uppstaðið um kynsrollurnar.

 

- Eg haldi til eina og hvørja tíð, at tað er gott, at tiltøk eru, sum byrja hetta kjakið. Tí so verða vit uppmerksom uppá, at kyn er eyðkent av mentanini, og tann viðurkenningin ger okkum klár til at broyta ímyndirnar, sigur Cecilie Nørgaard við Kristeligt Dagblad.

 

Á heimasíðuni hjá Kristeligt Dagblad er ein atkvøðugreiðsla við spurninginum: Heldur tú, tað er eitt gott hugskot, at leikuhandlarnir royna at niðurbróta gamlar kynsrollur?

 

Til spurningin hava 58% atkvøtt nei, 40% ja og 2% vita ikki.

 

Eitt tílíkt kjak var fyri góðum mánaða síðan, tá ein danskur skúli skuldi hava evnisdag. Allar genturnar vórðu bidnar um at ílæta seg sum dullur og dreingirnir sum hetjur. Hetta setti sinnini í kók hjá nógvum danskarum, serliga foreldrum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.