Hárutar og ernar

Hárutar og ernar
Fleiri kinesiskar kvinnur leggja myndir út av sær sjálvum, har tær vísa hárini undir arminum fyri at varpa ljós á kynsdiskriminatión
11.06.2015 - 18:00

Átøk, ið varpar ljós á kynsdiskriminatión, floyma á alnótini í løtuni. Hesa ferð eru tað tó ikki myndir av íslendskum kvinnum, sum vísa bróst, ið trenda, men av kinesiskum kvinnum, sum vísa hárini undir arminum.


Átakið byrjaði aftan á at kinesiskir myndugleikar handtóku fimm feministar, ið høvdu lagt ætlanir um eina mótmælisgongu ímóti kynsligari happing og harðskapi ímóti kvinnum. Tað var tann 25 ára gamla Xiao Meili, ein aktivistur fyri kvinnurørsluna í Kina, ið byrjaði átakið við eini sokallaðari 'armpit hair competition' ella 'handarkulluhárakapping' á kinsisku blogsíðuni Weibo.

 

Í samrøðu við bretska blaðið The Guardian fortelur hon, at endamálið við kappingini er at varpa ljós á, at kvinnukroppurin er ognin hjá tí einstaku kvinnuni. Eisini vónar hon, at kappingin kann broyta tann hugburðin, at tað av onkrari orsøk er skeivt hjá konufólki hava hár undir arminum.

 

- Vit eiga at hava frælsi til at velja, um vit vilja vera hárutar ella ikki, uttan at verða møttar við hatri og mismuni.

 

Vinnarin av kappingini er tann við myndini, sum hevur fingið flest likes á Weibo.com. Vinnarin fær m.a 100 hítir, tveir vibratorar og 30 She-Pees, sum er eitt tól, ið konufólk kunnu brúka, um tær vilja standa uppi, meðan tær pissa.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.