Roskilde Festivalurin broyttur

Umvegis Euroman
Roskilde Festivalurin broyttur
Roskilde Festivalurin kunngjørdi í gjár stórar broytingar til næsta ár.
24.10.2013 - 16:15

Roskilde Festivalurin í Danmark er væl umtóktur millum føroyingar. Hvørt ár streyma fleiri hundrað føroyingar niður til festivaln.

 

Nú kunnger Roskilde Festivalurin, at tey hava stórar ætlanir fyri næsta ár. Tvær av teimum stóru og væl umtóktu scenunum, Odeon og Cosmopol, verða ikki at síggja á Roskilde 2014. Odeon hýsti 5.000 áskoðarum og Cosmopol 6.000.

 

Í teirra stað kemur ein nýggj stór scena, sum kemur at eita Avalon. Her koma at passa millum 3- og 12.000 áskoðarar, sambært Gaffa.dk.

 

Pavilion Junior hevur altíð verið ein nógv vitjað scena, har nýggir tónleikarar spæla undir upphitingini. Scenan verður lukkað undir upphitingini, og í hennara pláss kemur ein nýggj scena við navninum Rising. Hetta merkir sostatt eisini, at tað vera eitt sindur færri tónleikanøvn næsta ár vegna plásstrotinum – men ikki neyðturviliga verri!

 

Eisini er blivið kunngjørt, at ein nýggjur gjaldsháttur verður settur í gildi. Talan er um eitt ”Flex-play” system, har keyparin sjálvur hevur møguleika at bestemma, hvussu skjótt atgongumerkið skal gjaldast.

 

Í nátt stóð at lesa á Twitter síðuni hjá Roskilde:

 

- We are very excited about all the new things happening at Roskilde Festival 2014 - and we hope to announce the first music acts VERY soon...

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.