2013 eitt søguligt ár fyri føroyskan tónleik

2013 eitt søguligt ár fyri føroyskan tónleik
Sambært einari frágreiðing er 2013 er eitt serliga gott ár fyri føroyskan tónleik í altjóða høpi. Nógvir tónleikarar hava verið á væleydnaðum konsertferðum, og G! festivalurin varð varpaður út til seks mió. lesarar og lurtarar í Evropa.
21.10.2013 - 01:45

Føroyskur tónleikur hevur ongantíð havt tað betri. Í hvørtfall sambært nýggjastu frágreiðingini hjá FAME (Faroese Alliance for Music Export), sum staðfestir, at 2013 er eitt søguligt ár fyri føroyskan tónleik í altjóða høpi.

 

FAME er eitt samstarv millum Tutl International, G! festivalin og Løgmansskrivstovuna, sum hevur til endamáls at marknaðarføra og útflyta føroyskan tónleik í Evropa. Eitt úrslit av samstarvinum, sum byrjaði í 2012, er, at G! festivalurin fekk stóra umrøðu í viðurkendum evropeiskum miðlum. Mett verður, at seks milliónir fólk í Týsklandi, Sveis, Italia, Onglandi og Danmark hoyrdu ella lósu um ársins G! festival.

 

Samstarvið hjá Tutl við umboðsfólk úr evropeiska tónleikaídnaðinum, sum vitjaðu G! festivalin í 2012 og/ella í 2013, hevur við sær, at tá 2013 er liðugt, hava átta føroyskir bólkar og einstaklingar spælt meira enn 100 konsertir í Evropa í ár.

 

Í frágreiðingini stendur eisini at lesa, at spennandi verður at síggja úrslitini um fimm ár, um FAME-verkætlanin sleppur at halda fram. Steðgar arbeiðið at marknaðarføra føroyskan tónleik her, verður tónleikurin tó allarhelst skjótt gloymdur aftur. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.