- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturríki komið yvir skrekkin
Føroyingar minnast enn skotið í Landskrona, ið gjørdi Føroyar heimskendar, og ið skrivaði søgu, men eysturríkarar minnast einans hendingina sum eitt tap, ið kravdi avleiðingar. Venjarin vildi eftir 1-0 ósigurin leggja frá sær, og spælararnir vóru atvold til landskomm.
Í Eysturríki eru Føroyar ikki bara ein prikkur á heimskortinum, og har kenna tey væl og virðiliga til oyggjasamfelagið í Norðuratlantarhavinum. Síðani 1990 hava eysturríkarar havt ein ávísan skrekk fyri føroyingum, og tað er djúpt skrivað, at tá ið tað kemur til fótbólt, skulu Føroyar ikki undirmetast. Tjóðirnar hava møtst tvær ferðirnar í ár - á páskum og í gjárskvøldið.
Á páskum møttust liðini í høvuðsstaðnum í Eysturríki, og tá máttu føroyingar fara heim við einum 6-0 tapi. Hesin málfagnaðurin var tó ikki nokk til at sissa eysturríkar, og í gjárskvøldið var ikki pláss fyri at undirmeta Føroyar. Frammanundan var longu avgjørt, at Eysturríki ikki slapp víðari til HM, og tað var einans spælt um at endurvinna æruna. Eftir 6-0 sigurin í Eysturríki fyrr í ár og 0-3 sigurin í gjárskvøldið eru eysturríkarar nú umsíðir komnir yvir skrekkin.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |