- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heini ummælir: Undirgangur í Norðurlandahúsinum

Heini Djurhuus
info@roddin.fo
Dómadagsmálmbólkurin Hamferð er allarhelst tann mest lovandi av nýggjum føroyskum bólkum. Við teirra eyðkenda tunga ljóði hava teir skapt sálarknúsandi, brimbardan undirgangsmálm, ið lýsir tað dapra føroyska huglagið betri enn nakar annar bólkur, og líka síðan teirra EP "Vilst er síðsta fet kom út", havi eg verið ein fjeppari. Eg havi leingi sitið og bíðað spentur eftir, at nýggja fløgan hjá teimum fór at koma út. Men tá eg fekk at vita, at ongin annar enn íslendski bólkurin Sólstafir skuldi spæla saman við teimum til útgávukonsertina, vóru ikki orð fyri, hvussu nógv eg gleddi meg. Eg havi leingi verið ein Sólstafir fjeppari, og eg haldi, at teirra kendasta lag "Fjara" er eitt tað vakrasta lagið, ið nakrantíð er skrivað.
Vit komu inn í Norðurlandahúsið og settu okkum í Høllina. Tað gekk ikki leingi, áðrenn alt hølið næstan var fullsett. Øll sótu spent og bíðaðu eftir, at konsertin skuldi byrja.
Sólstafir byrjaðu konsertina, hølið fyltist við royki, og ljósini vóru dempað. Aftaná ein langan inngang, sum veruliga skapaði eitt myrkt huglag, brast alt sum eitt gosfjall. Mann bleiv raktur av einum ógvusligum sparki av óndum gittarum, pumpandi bassi, áleypandi trummum og rópandi vokalum. Ljóðið var so massivt á tí fyrsta sanginum, at tað var næstan psykodeliskt. Eg fór næstan í transu, meðan eg sat har. Vakra og sorgfulla røddin hjá sangaranum, Aðalbjørn Trygvasson, buldraði um alla høllina og rakti fólk inn í sálina. Aftaná hvønn sang teir spældu, gjørdist eg spentari og spentari eftir at hoyra Fjara, og tað var tá teir spældu hetta lagið, at man veruliga hoyrdi, hvussu góðir tónleikarir teir allir eru. Teir megnaðu at skapa eitt post-málm ljóð, ið var vakurt og melankoliskt við einum íslendskum dámi. Tað var bæði tungt og bleytt samstundis, eitt ótrúliga serstakt og nýskapandi ljóð, ið ljóðaði sum um tað ikki var frá hesi verð. Konsertin endaði við einum braki, fólk klappaðu óført og sjálvt um teir høvdu spælt eini 6-7 løg, sat eg enn svangur og hungraði eftir meira langt aftaná konsertina. Ein sonn uppliving!
Aftaná ein góðan steðg, trein Hamferð á pallin. Konsertin byrjaði við einum óhugnaligum klaverinngangi og, eins og Sólstafir konsertin, kom eitt øgiligt buldur, tá fyrstu tónarnir av nýggja sanginum Evst vóru spældir. Tað kendist, sum varð mann tveittur í eitt stórt svart hol av lágt stemmaðum ljóðførum, sorg og vónloysi. Við teimum nýggju sangunum, kláraðu teir at vísa, hvussu góðir tónleikarar teir eru. Teir vóru ótrúliga tungir, væl skrivaðir og eftir mínum tykki væl betri enn sanginir á fyrru fløguni. Sangarin Jón Aldará vísti veruliga, hvat rødd hansara megnaði við ógvusligum, djúpum brølum og reinum, døprum tónum. Mann hoyrdi, at hann legði hjartað í hvønn einasta setning, hann sang.
Miðskeiðis í konsertini, trein ein hvítur skapningur inn á pallin. Tað var tann vakra Lív Næs, sum hevði tikið leiklutin sum Huldan, sum Eivør annars eigur á fløguni, og hon byrjaði at syngja tvísong saman við Jóni. Hetta riggaði heilt einastandandi væl. Hennara ljósa, høga rødd saman við harðmæltu brølunum hjá Jóni trøllabant alla fjøldina - heilt ómetaliga vakurt!
Teir høvdu nú spælt alla nýggju fløguna, men sjálvsagt sluppu teir ikki undan at spæla nakrar av gomlu sangunum, og brádliga hoyrdi mann eyðkendu kirkjuklokkurnar, sum vóru byrjanin á Harra Gud títt dýra navn og æra. Teir endaðu konsertina við flotta og kenda lagnum Opið hav, og fólkið var á gosi. Øll reistust og klappaðu virðiliga, og tónleikarinir takkaðu fyri seg.
Konsertin var nú liðug. Fólkið skundaði sær út at keypa fløguna og at fáa fløgurnar signeraðar. Hetta var uttan iva besta rokk/málm konsertin, ið hevur verið í ár. Eitt heilt ótrúligt kvøld, sum var alt annað enn skuffandi! Tónleikurin var góður, ljóðið var gott, og huglagið var gott. Konsertin fær 6 útav 6 R frá mær.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |