- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virðislønir Norðurlandaráðsins: Her eru vinnararnir
Pætur Jákupsson hevur skrivað:
Virðislønirnar vóru handaðar til hesi fimm:
Bókmentavirðislønina vann Jon Fosse fyri tríbókaverkið ”Andvake, Olavs draumar og Kveldsvævd”.
Tónleikavirðislønina vann Svante Henryson.
Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina vann Jakob Wegelius fyri skaldsøguna ”Morderens abe”.
Filmsvirðislønina vunnu Dagur Kári og framleiðararnir Baltasar Kormákur og Agnes Johansen fyri filmin ”Fúsi”.
Náttúru- og umhvørvisvirðislønina fekk el-felagsskapurin SEV fyri seinastu árini at hava nýtt munandi meira grøna orku og stóru ætlanirnar um, at Føroyar í 2030 einans skulu brúka grøna orku.
Fyri hvørja virðisløn fáa vinnararnir 350.000 DKK.
Føroyingar tilnevndir fýra ferðir
Í alt vóru føroyingar tilnevndir fýra av teimum fimm ymisku virðislønunum.
Tey vóru :
Sólrun Michelsen til bókmentavirðislønina fyri bókina ”Hinumegin er mars”.
Doom-metal bólkurin Hamferð til tónleikavirðislønina.
Elin á Rógvi saman við Marjun Reginsdóttir til barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina ”Og mamma!”
SEV til náttúru- og umhvørvisvirðislønina fyri umhvørvisvinarligt virksemi.
Aftrat sjálvum virðislønunum vóru framførslur - serliga nógvur tónleikur. Ikki júst tann tónleikur ein hoyrir til stóru amerikonsku virðislønirnar, men heldur vóru tað fjølbroyttir norðurlendskir tónar úr alskyns instrumentum, solistum og kórum. Eivør Pálsdóttir, Høgni Lisberg og Mikael Blak vóru millum mongu tónleikararnar, sum framførdu.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |