Fosturtøkukirkjugarður birtir upp undir kjak í Danmark

Fosturtøkukirkjugarður birtir upp undir kjak í Danmark
Kjakið um fría fosturtøku er av sonnum kyknað í Danmark seinastu dagarnar, eftir at ein felagsskapur ímóti fosturtøku hevur sett 16.000 hvítar krossar upp við ein motorveg. Krossarnir ímynda eitt ár av fosturtøkum í Danmark.
24.09.2013 - 17:45

 Meðan nógvir danir í dag síggja fría fosturtøku sum ein sjálvsagdan rætt, eru ikki øll eins fegin um lóggávuna. Leygardagin setti felagsskapurin Retten til liv 16.000 hvítar krossar upp við ein motorveg millum Horsens og Vejle. Krossarnir eru ein ímynd av teimum umleið 16.000 fosturtøkunum, sum verða framdar í Danmark á hvørjum ári. 

 

Umstríddu krossarnir hava sett ferð aftur á kjakið um fría fosturtøku í Danmark, og reaktiónirnar hava verið sera blandaðar. Felagsskapurin Retten til liv javnsetur fosturtøku við morð og vísir á, at lóggávan fyri fríari fosturtøku hevur kostað umleið 770.000 børnum lívið, síðan hon var tikin í nýtslu í 1973. 

 

- Haldi tað vera langt úti, at hvítir krossar í dag verða settir upp fram við vegunum. Frí fosturtøka er partur av einum hvørjum frælsum samfelag. Latið okkum sleppa undan hasum betri vitandi, moralska orðaskvaldrinum, skrivaði Mette Frederiksen, danskur vinnumálaráðharri, á Facebook leygardagin. 

 

Allarhelst eru fleiri á einum máli við henni, tí í nátt varð herverk framt ímóti krossunum. Sambært Politiken tykist tað, sum hevur onkur roynt at koyrt krossarnar niður við bili. 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.