- Tíðindi, mentan og ítróttur
Røddin spyr: Skal frí fosturtøka verða loyvd í Føroyum?
Kjakið um fría fosturtøka ella ikki hevur eftir hondini stungið seg fram av og á í mong ár. Fólk eru ósamd, eins og tey altíð hava verið og eisini allarhelst fara at vera.
Føroyska fosturtøkulógin er frá 1956. Sambært hesi lóg er fosturtøka ikki frí í Føroyum, men undir ávísum umstøðum ber tó til at fremja fosturtøku. Sí lógina her.
Hetta heldur Tráin P. Nónklett um lógina um fosturtøka:
Fosturtøkulógin vit hava í Føroyum er ikki nøktandi. Hon er ein av teimum allar strangastu.
Fosturtøka er bert loyvd undir heilt serligum umstøðum, so sum neyðtøku, um lívið ella heilsan á kvinnuni er í vága ella vegna likamliga ella sálarliga sjúku. Føroyska kvinnan skal sjálv velja, um hon vil hava fosturtøku ella ikki. Í løtuni er tað soleiðis, at tær kvinnur, sum hava ráð, kunnu fara til onnur lond at fremja fosturtøku. Hetta er sosialt skeivt og forðar summum kvinnum, tí at pengapungurin ikki er nóg stórur. Somuleiðis er hetta við til at skeikla almennu føroysku tølini yvir fosturtøku.
Vit eiga altíð at miða ímóti, at talið av fosturtøkum er so lágt sum gjørligt. Men hetta gera vit ikki við at senda kvinnur av landinum, men við at gera fyribyrging ókeypis og at hava góða seksualundirvísing í fólkaskúlanum. Vit eiga eisini at tryggja okkum, at tað altíð verður veitt kunning, er tørvur og hugur til tess.
Les eisini: - Eg valdi at goyma gávuna til seinni
Hetta heldur Mirjam Kambsskarð um lógina um fosturtøku:
Eg haldi, at øll menniskju hava rætt til at liva. Hesin rættur skal verða varðveittur, óansæð hvørjum aldri tú ert í, og er sjálvandi eisini galdandi fyri børn í móðurlívinum. Eitt barn í móðurlívinum hevur ikki minni rættindi at liva, enn hvat vit hava.
Ofta verður sagt, at kvinnan skal hava rætt til at ráða yvir sínum egna kroppi. Kjakið snýr seg ikki um kvinnurættindi, tí at barnið er ikki partur av likaminum hjá mammuni, men er sítt egna likam, ið veksur inni í mammuni. Barnið eigur at vera grundliðurin í kjakinum, tí kjakið snýr seg um okkara mest grundleggjandi mannarætti - rætturin til lív.
Eg haldi tó ikki, at vit skulu bannlýsa fosturtøkur í Føroyum, tí so fara kvinnur bert til Danmarkar at taka fosturtøku. Vit skula arbeiða fyri, at færri fosturtøkur vera framdar millum føroyskar kvinnur, og kann hetta gerast við at veita best møguliga hjálp til barnakonur og pápar.
Talið av fosturtøkum minkað
Seinastu tjúgu árini er talið av fosturtøkum minkað.
Eisini tá ið vit rokna fosturtøkurnar lutfalsliga í mun til talið av livandiføddum, er myndin tann sama. Miðskeiðis í 1990-árunum vóru tað um 80-90 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 livandifødd, men seinastu árini er talið minkað niður móti 50, og í 2013 fór tað niður um 40. Hetta vísa tølini frá bókini, Javnstøða, sum Javnstøðunevndin gav út herfyri.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |