- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vox pop: - Hvar fara føroysk ung undir hægri lesnað, og hvat lesa tey?
Bjarki á Lag er 21 ár og lesur HA Almen Erhvervsøkonomi á Copenhagen Business School. Vit fingu orðið á Bjarka, sum júst er staddur á introtúri við flokki sínum.
- Eg søkti inn á HA Almen Erhvervsøkonomi, tí tað sigst, at tey hava teir feitastu introtúrarnar. Eg eri júst nú staddur á eini bodega á Nørrebro (eg eri á introtúri), og eg kann ikki siga annað enn, at eg valdi rætt.
Tvætl, orsøkin til, at eg valdi at lesa vinnulívsbúðskap er, tí útbúgvingin er so mikið breið, at hon gevur atgongd til so nógvar av teimum 19 kandidatunum, sum CBS bjóðar.
Hvussu fyrireikaði tú teg til lestrarbyrjan, og hvussu hevur tú funnið bústað?
- Eg fyrireikadi meg við tveimum árum á arbeiðsmarknaðinum. Tá sært tú (uttan at vilja fornerma nakran), hvussu umráðandi tað er at fáa sær eina útbúgving. Tad er sjálvandi ikki galdandi, um mann einki hevur ímóti at skera flak alt lívið.
Eg havi søkt íbúð a kollegierneskontor.dk, ciu.dk og domea.dk. Eg fann kortini íbúð umvegis systur mína, sum hevði eina vinkonu, sum vildi framleiga mær sína íbúð. Tað er ikki lætt at finna bústað í Keypmannahavn, sum egnar seg til lestrarlívið. Tá hugsi eg bæði um at búgva í einum umhvørvi, har fleiri lesandi eru, men eisini skal prísurin hóska til eitt SU-budget.
Hví valdi tú at lesa í Keypmannahavn?
- Eg valdi fyrst og fremst Keypmannahavn, tí báðar mínar eldru systrar búgva her, men eisini tí eg haldi, tað er ein kulur býur. Búðu tær í Århus, so hevði eg farið til Århus. Keypmannahavn er ikki SO kulur allíkavæl. Mann verður skjott troyttur av tí.
Silja Eystberg Wendelboe er 20 ár og fer at lesa Fine Arts (list) í Onglandi.
- Eg søkti inn á fimm ymisk universitet umvegis UCAS. Skúlarnir vóru í London, Blackpool, Manchester, Staffordshire og Cambrigde, og eg valdi so at takka ja til universitetið Anglia Ruskin í Cambridge, har eg skal lesa Fine Arts. Eg valdi Fine Arts, tí eg brenni fyri list.
Hvussu fyrireikar tú teg til lestrarbyrjan, og hvussu hevur tú funnið bústað?
- Eg havi emailað og tosað í telefon við fólk frá universitetinum. Tey vístu mær eisini eina heimasíðu hjá skúlanum, har mann kann finna kamar ella íbúð.
Hví valdi tú at lesa í Onglandi?
- Eg valdi Ongland, tí at mann ikki kann lesa tað, sum eg vil lesa her í Føroyum. Eg havi roynt einaferð fyrr at søkja í Danmark og ikki slapp inn, so eg vildi heldur royna okkurt heilt annað og søkti so í Onglandi. Tá ið eg hugsi um tað, so hevði Danmark nokk ikki verið líka spennandi sum Ongland. Eg havi búð í Danmark í 13 ár og ongantíð verið í Onglandi fyrr. Eg vil helst fáa eina góða uppliving burturúr.
Halgerð Midjord Mikkelsen er 23 ár og er júst byrjað at lesa til sjúkrarøktarfrøðing í Keypmannahavn.
- Eg søkti inn til sjúkrarøktarfrøðing, tí tað er tað, sum eg brenni fyri at verða.
Hvussu fyrireikaði tú teg til lestrarbyrjan, og hvussu hevur tú funnið bústað?
- Eg haldi ikki, at eg ordiliga havi fyrireikað meg til lestrarbyrjanina. Eg leyp bara út í tað! Vit hava akkurát verið á rústúr, og tað var tað sjúkasta nakrantíð. Vit fingu gott samanhald og lærdu mega nógv um skúlan.
Hví valdi tú at lesa í Keypmannahavn?
- Keypmannahavn var satt at siga mítt triðja val, so tað var ikki her, eg ætlaði mær. Eg søkti inn í Odense, tí eg eri uppvaksin har, og systir mín býr har. Næsta valið var Århus. Tí eg ikki helt, at eg skuldi til Keypmannahavnar, leitaði eg heldur ikki eftir íbúð og standi nú í tí keðiligu støðu, at eg onki stað havi at búgva.
Jóhanna Magnusardóttir er 21 ár og flytur saman við sjeikinum til Kina at lesa.
- Eg fari at lesa International Studies with Chinese í Kina, men eg søkti eisini inn á líknandi útbúgvingar í bæði Skotlandi og Danmark, um hetta við Kina bleiv ov torført. Eg valdi júst hesa útbúgvingina av áhuga, og tí eg dugi at ímynda mær, at hon letur hurðarnar upp til nógv góð størv. Eisini er hon sera breið og avmarkar meg ikki.
Hvussu fyrireikar tú teg til lestrarbyrjan, og hvussu hevur tú funnið bústað?
- Vit hava søkt um SU-góðkenning, visum, ÚSUN, eru blivin koppsett fyri mangt og hvat, hava keypt ferðaseðlar og goldið íbúð, trygging og annað fyri eitt heilt ár. Búðstaður er ongin trupulleiki, tí allir næmingar á University of Nottingham Ningbo China eru garanteraðir bústað á campus.
Haraftrat vóru eg og sjeikurin á okkara fjakkaraferð og vitjaðu universitetið, og tá tóku vit avgerð um, at tað var her, vit skuldu búgva næstu trý árini.
Hví valdi tú at lesa í Kina?
- Eg valdi Kina, tí tað sær út til, at nógv í okkara ættarliði útbúgva seg til arbeiðsloysi. Við at duga mandarin letur ein nýggjur heimur seg upp, og møguleikarnir økjast. Tó skal sigast, at universitetið er eitt bretskt universitet, og alt er á enskum. Vit fáa tískil røttu blandingina av eini enskari útbúgving í kinesiskum umhvørvi.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |