Bloodgroup: Føroyskt/íslendskur elektropoppur ger um seg úti í heimi

Bloodgroup: Føroyskt/íslendskur elektropoppur ger um seg úti í heimi
Janus Rasmussen kenna føroyingar flest allarhelst best frá Byrta, men Reykjavík-búsetti tónleikarin og produsarin hevur í fleiri ár spælt við í elektropopp-kvartettini Bloodgroup, sum hevur gjørt nógv um seg á íslendska tónleikapallinum og úti í heimi. Í vár góvu tey triðju fløgu sína út.
05.08.2013 - 17:30

 

Føroyskt/íslendski bólkurin Bloodgroup, ið m.a. er mannaður av Janusi Rasmussen, hevur seinastu árini markerað seg væl á íslendska tónleikapallinum og úti í heimi. Lívliga elektropopp-kvartettin hevur verið á heimsumfatandi konsertferðum og skrivað sáttmála við plátufelagið Sugarcane Recordings, ið m.a. gevur út fyri David Lynch, Hot Chip og Hercules and Love Affair.

 

Í mars kom triðja útgávan hjá Bloodgroup á marknaðin, ið ber heitið Tracing Echos, og fekk sera góða móttøku frá miðlunum. Okkara egni ummælari Knút Háberg Eysturstein gav fløguni fimm útav seks R og skrivaði m.a., at hon er ein frægd at lurta eftir. Tracing Echos er fyrsta fløgan hjá Bloodgroup síðan í 2009, tá Dry Land kom út, og nógv er hent í millumtíðini.

 

- Vit hava spælt um allan heimin ímillum hesar báðar fløgurnar, so bólkurin hevur ment seg sera nógv, og vit fingu eina sterka kenslu av, hvar vit vildu við útgávuni tónlistarliga, greiðir Janus frá. Tracing Echos er alternativur elektroniskur poppur við nógvum live-elementum, sum av og á eisini gerst myrkur og tungur.

 

- Tracing Echos er fyrsta fløgan, har vit hava innspælt alt í sama studio. Tað gav okkum møguleikan at arbeiða nógv skjótari og at gera fløguna lidna uppá relativt stutta tíð. Hetta gevur henni ein serligan kant og dokumenterar væl, júst hvar vit vóru, tá vit gjørdu hesa fløguna, sigur Janus. Fyri stuttum vóru tey fýra í Bloodgroup á konsertferð í Evropa við nýggju fløguni og eftir ætlan gongur leiðin til USA seinni í ár. Eisini kemur ein EP út við remiksum.

 

- Framtíðin hjá Bloodgroup er sera spennandi. Konsertferðir, fleiri útgávur, sjónbond og mangt annað er á veg, sigur Janus Rasmussen at enda.

 

Síðst í juni kom eitt sjónband til staklagið “Nothing is Written in the Stars” av nýggju fløguni út. Heiðrik á Heygum hevur gjørt sjónbandið, ið er eitt svart/hvítt tríkantsdrama í besta Hitchcock-stíli. Síggj tað her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.