- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir koyrt uttan koyrikort
Í nátt vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra uttan koyrikort. Annar í Klaksvík og hin í Havn. Annar bilførari hevði ikki tikið koyrikort og hin hevði mist tað. Hesin sami, sum hevði mist koyrikortið, koyrdi eisini ávirkaður og var tí eisini skuldsettur fyri tað.
Í nátt hevur løgreglan tikið tveir fyri at koyra á prutli í Sandoyartunlinum. Tað er hvørki loyvi at ganga, súkkla og koyra prutl í undirsjóvartunlum, og tí vóru hesir tiknir.
Løgreglan boðar annars frá eini friðarligari nátt.
Hetta kemst møguliga av, at løgreglan hevur verið meira tilstaðar í náttarlívinum, sigur vagthavandi.
Trý fólk vóru skuldsett fyri brot á skilhaldsreglur. Fólkini vóru handtikin men stutt eftir latin leys aftur.