Ferðafólkatalið setti met

Ferðafólkatalið setti met
Umleið 432.000 fólk komu og fóru um flogvøllin í fjør
Ferðafólkatalið í Vágum setti met í fjør. Tað var 1,6 prosent størri enn í 2019, sum var metárið frammanundan. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.01.2024 - 10:33

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum setti met í fjør.

Ferðafólkini vóru 431.079 í 2023, 1,6 prosent fleiri enn í 2019.

Men í desember vóru 8,7 prosent, yvir 2000 færri ferðafólk, enn í desember 2019. 

 

Icelandair fer at flúgva fleiri ferðir um vikuna millum Keflavík og Vágar frá 1. mai. (Savnsmynd)

 

Meiri flúgving í ár

2024 verður eitt spennandi ár hjá Vága floghavn.

SAS ætlar at flúgva seks ferðir um vikuna frá 1.apríl, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Icelandair fer at flúgva úr Keflavík til Føroya fimm ferðir um vikuna frá 1.mai, og seks ferðir um vikuna frá 1.juni.

Og Widerøe boðar frá, at tey fara fyri fyrst at flúgva tvær ferðir um vikuna í vár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205