Fara nú undir hotellbygging í Klaksvík

Fara nú undir hotellbygging í Klaksvík
Eftir ætlan verður nýggja gistingarhúsið liðugt í desember næsta ár
Nýggja hotellið í Klaksvík fer at hava 81 kømur.
 
03.01.2024 - 18:00

Verkætlanin við nýggjum hotelli ella gistingarhúsi í Klaksvík er nú komin so langt, at ætlanin er at fara undir at byggja um miðjan januar. 

Tað sigur Jan Petersen, sum stjóri í felagnum Christiani í Grótinum, ið hevur tikið stig til og fer at eiga gistingarhúsið. 

 

03012024_Hotell_i_Klaksvik

 

Jan Petersen er stjóri í felagnum Christiani í Grótinum. 

 

Nýggja gistingarhúsið verður 4-stjørnað og fer at hava 81 rúmlig kømur, eina matstovu og fundarhøli til umleið 300 fólk. 

Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað bygningin. Fyritøkan Kanjon fer at standa fyri byggingini. 

Kostnaðurin fer at liggja um 150 mió. krónur, og eftir ætlan fer gistingarhúsið at vera klárt at taka í nýtslu í desember næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205