- Tíðindi, mentan og ítróttur
William í uppskoti at fáa Nobelvirðisløn í 1973
Í hálva øld hevur savnið við uppskotum at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum verið hildið loyniligt.
Úr fundarpappírunum frá hesum ári, sum í dag eru løgd fram í tíðindaskrivi frá Svenska Akademinum, síggjast nøvnini á øllum teimum skrivandi fólkunum, sum hava verið skotin upp til Nobelvirðislønina hetta árið, hvør hevur skotið upp, og hvønn uppskotsstillarin umboðar.
Hundrað nøvn eru á listanum, og nú er greitt, at William Heinesen var í uppskoti at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum í 1973, skrivar Birgir Kruse á netbloggi sínum.
Tað var Arthur Arnholtz, professari í norðurlendskari filologi á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sum saman við øðrum skjeyt upp, at føroyski rithøvundurin skuldi hava Nobelvirðislønina í 1973.
Hetta árið fór Nobelvirðislønin í bókmentum til Patrick White úr Avstralia.