- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj kalsoyarferja mett at kosta 120 milliónir
Enn er eingin endaligur kostnaður komin fram um, hvat tær báðar nýggju ferjurnar á kalsoyarleiðini og fugloyar- og svínoyarleiðini fara at kosta, men sambært stjóranum, Niels Juel Arge, arbeiðir Strandferðslan við einum mettum kostnaði fyri báðar ferjurnar.
Sambært hesum, fer kalsoyarferjan at liggja um 120 mió. krónur, meðan ferjan til fugloyar- og svínoyarleiðina, sum verður nakað minni, væntandi fer at kosta umleið 80 mió. krónur.
Endaligi kostnaðurin verður tó ikki ásettur, fyrr enn prosjekteringsarbeiðið er komið væl áleiðis, ella er um at vera liðugt.
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, og Mouritz Mohr, stjóri á Mest, tá teir skrivaðu undir sáttmálan um, at Mest skal prosjektera nýggju ferjurnar.
Níggju mánaðir
Tað er skipasmiðjan Mest, ið hevur fingið arbeiðið at prosjektera ferjurnar. Arbeiðið, sum væntandi fer at taka níggju mánaðir, er mett at kosta 4,36 mió. krónur.
- Vit hava gjørt av at prosjektera ferjurnar í senn, so at skipaslag, tilfar og útgerð fara at líkjast sum mest, segði Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni í sambandi við, at Mest millum jól og nýggjár fekk prosjekteringsarbeiðið.
Fyrst verður farið at prosjektera kalsoyarferjuna og síðani ferjuna til Svínoyar og Fugloyar.
Kalsoyarferjan fer væntandi í gerð í 2025, og ætlanin er, at hon skal fara í sigling seinast í 2026.
Nýtt strandfaraskip fyri Rituna verður eisini prosjekterað nú, og tað verður mett at kosta 80 milliónir kr.