- Tíðindi, mentan og ítróttur
565 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør
565 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør
Síðani 1985 hevur tað bara verið eina ferð, at færri enn 600 børn eru fødd í einum ári
02.01.2024 - 09:10
565 børn vóru fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør
Tvær føðingar vóru á Landssjúkrahúsinum nýggjársaftan, genta og drongur.
Í 2021 vóru 678 børn fødd, og í 2022 vóru tey 625.
Færri børn verða fødd nú.
Síðani 1985 hevur tað bara verið eina ferð, at færri enn 600 børn eru fødd í einum ári, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Tað var í 2011, tá 580 børn vóru fødd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV