29 verkætlanir í 19 skúlum

29 verkætlanir í 19 skúlum
Sertilboð í Sankta Frans skúla hevur fingið flestu tímar til royndar- og menningarvirksemi
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík hevur fingið tímar til verkætlan um sálarfrøði, sum gongur á triðja ári. (Savnsmynd)
 
02.01.2024 - 08:32

19 skúlar hava fingið tímar til 29 verkætlanir hetta skúlaárið, skrivar Skúlablaðið.

Sertilboðið í Sankta Frans skúla, sum eitur treysti, hevur fingið flestu tímarnar til royndar- og menningarvirksemi, 20 tímar um vikuna. 

Ein onnur verkætlan, sum hevur fingið nógvar tímar, er verkætlanin um skúlasálarfrøði á Skúlatrøð, sum gongur á triðja ári. 

Hetta skúlaárið fær hon 17 tímar um vikuna. 

Og matarskipanin á Skúlatrøð, sum eisini er royndarskipan í trý ár, fær 13 tímar, ella 200.000 krónur. 

Tann verkætlanin er samskipað við Klaksvíkar kommunu, sum rindar helmingin, skrivar Skúlablaðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205