Herjólfur farin aftur til Íslands

Herjólfur farin aftur til Íslands
Hann fór sambært vesselfinder.com úr Føroyum um kvøldið tann 27.desember og liggur nú í Reykjavík
Herjólfur III er nú givin á suðuroyarleiðini.
 
02.01.2024 - 06:35

Herjólfur III er nú aftur í Íslandi.

Hann fór sambært vesselfinder.com úr Føroyum um kvøldið tann 27.desember og liggur nú í Reykjavík.

Ætlanin er ikki at leiga ella keypa annað skip til suðuroyarleiðina.

Smyril skal røkja leiðina einsamallur.

Strandfaraskip landsins hevur ikki kunngjørt, hvussu siglingin verður skipað, men onkrar broytingar vera gjørdar, so sleppast kann undan seinkingum.

Herjólfur III flutti okkurt um 30 prosent av farminum á suðuroyarleiðini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205