- Tíðindi, mentan og ítróttur
Runavíkar kommuna keypt víkingargarð
Runavíkar kommuna keypt víkingargarð
Skal setast upp í Skipanesi
Mynd: Mynd: Runavíkar kommuna
01.01.2024 - 12:58
Runavíkar kommuna hevur keypt víkingargarðin, sum eftir ætlan skuldi reisast omanfyri Kvívík.
Í staðin er nú ætlanin at reisa hann á Skipanesi.
Tað boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.
Partafelagið Egilsgarður, sum átti tilfarið til garðin, og Runavíkar kommuna undirskrivaðu eina keypsavtalu hósdagin í farnu viku.
Restirnar av einum dreymi
Víkingagarðurin, ið nú skal setast upp á Skipanesi, eru restirnar av einum dreymi hjá Poul Hansen, sála.
Víkingagarðurin og stóri dreymurin hjá Poul Hansen vóru evni í einum innslagi í Degi og viku í 2021.
20210427_HAVA_ARVA_DREYMIN_UM_EIN_VIKINGAGARD
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV