- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan leitar eftir vitnum
Løgreglan leitar eftir vitnum
Løgreglan leitar eftir vitnum til harðskap, sum er framdur tollaksmessunátt í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
24.12.2023 - 10:03
Tvey ferðsluóhapp vóru í gjár, orsøkin var hálka. Hetta hendi í miðstaðarøkinum.
Stutt eftir midnáttarleitið var vegurin til Vestmanna stongdur orsakað av kava og illveðri. Hann er nú latin upp aftur.
Og løgreglan leitar eftir vitnum til harðskap, sum varð framdur tollaksmessunátt 23. desember í Niels Finsens gøtu í Havn.
Tvey fólk hava verið fyri harðskapi og hava fingið skaðar, annað vil løgreglan ikki siga um hendingina.
Løgreglan heitir á øll, sum hava sæð nakað í hesum málinum um at venda sær til løgregluna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV